Fleiri spennandi uppgávur hjá útisetum í kvøld

Hákun West av Teigum og Berlin hava Champions League-dyst í Póllandi kl. 17.45, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel skulu kl. 18 halda góðu gongdini, og samstundis skal Meinhard Egilson Olsen spæla steypadyst móti FC Norðsjælland. Alt sæst á Viaplay.

Tólv skot og ellivu mál. Hetta eru hagtølini, tá Hákun West av Teigum hevur roynt seg við skoti í Champions League í ár. Í kvøld eru hann og

Tólv skot og ellivu mál. Hetta eru hagtølini, tá Hákun West av Teigum hevur roynt seg við skoti í Champions League í ár. Í kvøld eru hann og "revarnir úr Berlin" í Kielce (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-25 14:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakrir av føroysku ítróttarútisetunum hava áhugaverdar uppgávur í kvøld. Her eru tríggjar útvaldar - allir hesir dystirnir síggjast á Viaplay við haldi.

17.45: Kielce - Füchse Berlin, 3. umfar í Champions League-bólkaspælinum
Hákun West av Teigum

Í gjár spældi Óli Mittún væl í Norðurmakedónia, tá GOG fekk síni fyrstu stig í bólkaspælinum. 

Füchse hevur fult stigatal og skal í dag royna at byggja á í trupla útidystinum móti Kielcel. Hákun West av Teigum og teir koppaðu júst pólska stórfelagnum í fjør og ein sigur í kvøld gevur betri fyritreytir til at enda í topp-tvey í bólkaspælinum. Føroyski høgri vongurin hevur higartil spælt ógvuliga væl í stóru kappingini.

Sí eisini: Hákun West av Teigum er nærum lýtaleysur í Champions League

18.00: THW Kiel - Minden, 6. umfar í Bundesliguni

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel skulu byggja á frálíku byrjanina, og oddaliðið í Bundesliguni eigur eisini at basa Minden á heimavølli. Føroyski spælskiparin er næstbesti toppskjútti í allari kappingini og fer helst aftur at undirhalda í kvøld.

Sí eisini: Hetta er ótrútligt: Øll 14 málini hjá Óla Mittún

18.00: Kolding IF - FC Nordsjælland, 1/16-finalurnar í Oddset Pokalen

Í kvøld skulu Meinhard Egilsson Olsen og Kolding royna at senda Superliga-liðið úr steypakappingini. Kolding hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar 1-0. Føroyski landsliðsspælarin er fastur og týðandi spælari hjá Kolding, sum roynir at bjóða av í oddastríðnum í næstbestu deildini. FC Nordsjælland liggur nummar 6 í fremstu donsku deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder