placeholder
Annað

Flogbóltsfinalur: Fyrsta FM-finalan verður spæld í annaðkvøld

Mjølnir tekur ímóti SÍ klokkan 19 mikukvøldið. Menninir leggja fyri sunnudagin.

Mjølnir er serliga favorittur hjá kvinnum, og tað eru eisini kvinnurnar, sum leggja fyri í Klaksvík í morgin - SÍ hevur tó fyri kortum vunnið á Mjølni (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Mjølnir er serliga favorittur hjá kvinnum, og tað eru eisini kvinnurnar, sum leggja fyri í Klaksvík í morgin - SÍ hevur tó fyri kortum vunnið á Mjølni (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2026-03-17 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanliga eru steypafinalurnar í flogbólti áðrenn FM-finalurnar, men í ár er øðrvísi.

Tað fyrsta liðið at vinna tveir dystir, gerst føroyameistari. Mjølnir er serliga favorittur hjá kvinnum, og tað eru eisini kvinnurnar, sum leggja fyri í Klaksvík í morgin.

SÍ hevur tó fyri kortum vunnið á Mjølni. Fyrsta finalan verður spæld í morgin, mikudagin 18. mars, klokkan 19.

Dysturin sæst á Rás1

Menninir leggja fyri sunnudagin. Har eru tað eisini Mjølnir og SÍ, sum hittast.

Skráin fyri finalurnar:

FM-finalur í Hotel Djurhuus deildini (Kvinnur):
Mikudagin 18.03. kl. 19: Mjølnir – SÍ í Badmintonhøllini
Sunudagin 22.03 kl. 13: SÍ – Mjølnir á Giljanesi

Møgulig triðja finala:
Leygardagin 28.03.2026 kl. 13: Mjølnir – SÍ í Badmintonhøllini

FM-finalur í Polestar-deildini (Menn):
Sunudagin 22.03.2026 kl. 16: SÍ – Mjølnir á Giljanesi
Mikudagin 25.03.2026 kl. 19: Mjølnir – SÍ í Badmintonhøllini

Møgulig triðja finala:
Leygardagin 28.03.2026 kl. 18: SÍ – Mjølnir á Giljanesi
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder