Annað

Flogbóltur: Steypafinalur fyri yngri verða spældar í Kollafirði um vikuskifti

Fyrstu tveir dystirnir verða spældir fríggjakvøldið, og átta dystir eru leygardagin. Skráin sæst her.

2026-02-06 10:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú skulu steypavinnararnir í BÓNUSkappingini fyri Yngri finnast. Talan er um ungdómsfinalurnar í flogbólti.

Í ár verða tær spældar í Kollafirði: Tvær (gentur 19 og mansunglingar) í kvøld og átta finalur í morgin.

Sjey feløg eru umboðaði. SÍ hevur flest lið - seks í tali.

Skráin fyri steypafinalurnar  hjá teimum yngru í flogbólti:

Fríggjadagin 6.februar
18:00 Gentir 19 Mjølnir - SÍ
19:30 Mansunglingar Ternan - ÍF

Leygardagin 7. februar:
09:00 Gentir 14, B1 SÍ - Mjølnir
10:30 Dreingir 17 Ternan - ÍF
12:00 Gentir 12 Dráttur - SÍ
13:15 Dreingir 12 TBa - SÍa
14:30 Gentir 14,B2 TB - Ternan
16:00 Dreingir 14 TB - SÍ
17:30 Gentir 16 SÍ - KÍF
19:00 Kvinnuunglingar Mjølnir - Fleyr

Steypafinalurnar Í Kollafirði verða, sum vant, fyriskipaðar við stroyming av øllum dystum og Taraflex gólvi.

Atgongumerkið kunnu keypast við dyrnar, upplýsir Flogbóltssamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder