Annað

Flogbóltur: U18 genturnar leika fyrsta dystin kl. 14 í dag

Fyrireikingarnar til fyrsta dystin í Kutna Hora í Kekkia blivu ikki sum ætlað var, tí ferðalagið var áleið 30 tímar seinkað orsakað av nógvum vindi í Føroyum týsdagin.

2026-03-26 10:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kekkia er vertur fyri bólki D í aðru undankapping til EM endaspælið fyri U18 gentur, sum verður í Lettlandi og Litava í juli.

Eftir ætlan skuldi ferðalagið verða koma fram týsdagin seinnapart, men kom ikki á hotellið í Kutna Hora í Kekka fyrri klokkan leið til miðnátt í gjár - mikudagin.

Orsøkin var nógvi vindurin í Føroyum týsdagin og so eisini fótbóltsdysturin ímillum Kekkia og Írland. Hesin gjørdi, at tað var nærum ógjørligt at broyta flogferðaseðlarnar til Prag, tí írskir fótbóltsfjepparar í túsundatal høvdu keypt nærum øll flogsetur til Prag út ymiskum stórbýum í Evropa.

Føroysku U18 flogbóltsgenturnar hava tó vant í morgun og eru nú við at gera seg til reiðar at møta sterka kroatiska U18 liðnum. Hesin dysturin verður í dag kl. 14.00 føroyska tíð.

Kl. 17.00 í morgin - fríggjadagin verður dystur ímóti Kekkia
Kl. 14.00 leygardagin verður dystur ímóti Ukraina.

Dystirnir kunnu síggjast á volej.tv

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder