
Eins og á Hálsi sunnudagin, er stórur finaludagur hjá Kyndli og H71. Bæði kvinnuliðini og mansliðini hjá feløgunum spæla í FM-finalu.
Skíggjamynd: HSF
Kvinnurnar spæla fyrst. Har er talan um finalu nummar tvey. H71 gjørdist sunnudagin tað fyrsta liðið at koppa kyndlakvinnum í einum kappingardysti yvir eitt og eitt hálvt ár. Harvið hava hoyvíkskvinnur nú fyrimunin, meðan Kyndil hevur skula funnið aðrar loysnir.
Sí eisini: H71 fekk knógvað Kyndli
H71 basti VÍF í hálvfinalunum og vann fyrstu finaluna móti Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)
Teir á og rundanum mansliðið hjá H71 hava helst eisini havt ovmikið at gera síðani seinna tapið á rað fyri Kyndli. Hoyvíkingar skoraðu bert 23 mál í triðja finaludystinum sunnudagin, og nú er 2-1 til Kyndil í finalunum.
Tað er fyrst upp í trý, og harvið er dystarbóltur til teir grønkløddu í kvøld. Kyndil hevur ikki vunnið FM á manssíðuni síðani 2007, og tísikil er nógv uppá spæl hjá liðnum hjá Hjalta Mohr Jacobsen.
Tað vera nógvir spentir fjepparar í grønum í Hoyvík í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Kvinnufinala nummar tvey byrjar klokkan 17.45, og mansfinala nummar fýra byrjar klokkan 20.15. Í náðum røðunum er tað "fyrst upp í trý/best av fimm.
Til ber at fylgja gongdini í báðum dystunum á portal.fo. Finalurnar kunnu stroymast á live.hsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald