Annað

FM í bogaskjóting í Miðvági

Hetta vikuskiftið verða FM-kappingar í bogaskjóting skotnar í hølinum hjá Vágaskot.

2022-03-26 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið verða FM-kappingar í bogaskjóting skotnar í hølinum hjá Vágaskot í Miðvági, skrivar Bogaskjótisamband Føroya í tíðindaskrivi.

Í dag, leygardagin, verður FM-kapping á 15 metra frástøðu fyri ungu skjúttunum í bólkunum recurve og compound. Hon byrjar klokkan 14.

Í morgin, sunnudagin verður so FM-kapping á 18 metra frástøðu fyri compound- barebow- og longbowskjúttum. Tað verður klokkan 10.

Klokkan 14 í morgin verður síðani FM-kapping á 18 metra frástøðu fyri recurveskjúttar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder