Leygardagin var føroyameistarakappingin í olympiskari vektlyfting, sum var samskipað av Styrkifelagnum Stoyt og Føroya Styrkisambandi, og kappingin var merkt av góðum avrikum og spennandi, hóast luttakaratalið var lægri enn undanfarin ár.
Orsøkin til tað lága íðkaratalið er serliga tann, at fleiri eru uttanlands í lestrarørindum, samstundis sum at fleiri íðkarar í løtuni dragast við skaðar, skrivar Styrkifelagið Stoyt í tíðindaskrivi.
Vinnararnir í kappingini vóru funnir eftir teimum sokallaðu Sinclair-stigunum. Sinclair-skipanin verður nýtt í vektlyfting fyri at samanbera úrslit hjá íðkarum úr ymiskum vektbólkum. Skipanin tekur hædd fyri kropsvektini hjá íðkaranum og roknar síðan eitt stigatal út frá tvídystinum (trekk og vend & stoyt). Hetta merkir, at ein lættari íðkari kann vinna á einum tyngri íðkara, hóast tvídysturin hjá lættara íðkarinum er lægri, tí úrslitið verður mett í mun til kropsvektina á degnum.
Hjá monninum var Niels Juel Arge einasti luttakarin. Hann vann føroyameistaraheitið við 215,5 sinclair stigum og einum tvídysti á 203kg. Hann lyfti 85kg í trekk og 118kg í vend og stoyt. Niels hevði eina sera støðuga kapping og fekk øll seks lyftini góðkend. Afturat tí flotta úrslitinum er Niels Juel hervið eisini kvalifiseraður til bæði heims- og evropameistaraheiti í masters bólkinum seinni í ár.
Hjá kvinnunum var meiri kapping og spenningur um heiðursmerkini. Maibritt Reynheim Petersen vann gullið við 206,22 Sinclair-stigum. Hon hevði ein tvídyst á 161kg við góðum og tryggum lyftum í báðum greinum. Maibrit fekk fýra av seks lyftum góðkend.
Jenny Persson vann silvur við 196,02 Sinclair-stigum og einum samlaðum tvídysti upp á 163kg. Hóast hon hevði ein betri tvídyst enn Maibrit, varð endaliga úrslitið avgjørt av Sinclair-rokningini. Jenny fekk eisini fýra av seks lyftum góðkend. Við hesum úrslitinum megnaði Jenny at kvalifisera seg til tað danska senior meistaraheitið, samt bæði heims- og evropameistaraheitinum fyri masters seinni í ár.
Bronsuheiðursmerkið fór til Barbu Jansdóttir Andreasen, sum lyfti tilsamans 144kg og fekk 190,81 Sinclair-stig, bert 5,39 sinclair stig aftanfyri Jenny. Hon fekk trý av seks lyftum góðkend eftir eina spennandi kapping. Úrslitið hjá Barbu var eisini nóg gott til at kvalifisera seg til tað danska senior meistaraheitið, samt bæði heims- og evropameistaraheitinum fyri masters seinni í ár saman við Jenny og Niels Juel.
Herborg Eyðnudóttir Justinussen gjørdist nummar fýra við einum tvídysti á 129kg við avvíkavist 59kg í trekk og 70kg í vend og stoyt. Hon hevði eina góða og støðuga kapping og fekk fýra av seks lyftum góðkend. Herborg hevði í forvegin kvalifiserað seg til danska meistaraheitið fyri seniorar, samt er hon eisini úttikin til landsliðið til smátjóðakappingina European Small Nations Tournament seinni í ár.
Yngsti luttakarin í kappingini var Mona Lea á Bøgarði, sum bert er 13 ára gomul. Hon gjørdi eitt sera flott avrik við einum samlaðum úrsliti á 104kg. Mona Lea fekk fýra av seks lyftum góðkend, har hon serliga stóð seg væl í vend og stoyt, har øll trý lyftini vórðu góðkend. Mona Lea setti øll tey føroysku metini í hennara vekt- og aldursbólki.
Hóast luttakaratalið var avmarkað, var kappingin góð við nógvum áskoðarum. Eisini prógvaði hon, at føroysk vektlyfting framvegis hevur dugnaligar íðkarar og góðar úrvalslyftarar, skrivar Styrkifelagið Stoyt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald