Annað

FM-úttøkukapping í Húsavík um vikuskiftið 

33 hundar eru tilmeldaðir til kappingina í Húsavík. 21 í klassa 3, 8 í klassa 2 og 4 í klassa 1.

2025-11-07 11:12 Author image
Innsent
placeholder

Sandoyar seyðahundafelag skipar fyri tveimum spennandi kappingardøgum í Húsavík hetta vikuskiftið. Hetta er ein partur av FM-úttøkukappingunum til EM í Belgia og HM í Skotlandi í 2026.

Hesar seyðahundakappingarnar hava stóran týdning fyri menningina av seyðahundum í Føroyum. Kappingarnar gera, at hundaførarnir gera nógv við venjingina, og søkja sær meira vitan um venjing. Tað verður nógv tosað saman um hundarnar hjá hvørjum øðrum til hesar kappingarnar, og harvið verður støðið lyft á seyðahundunum í Føroyum.

Leygardagin 8. november verður kappast í klassa 3, ið er tann hægsti og mest avbjóðandi flokkurin í seyðahundakappingum. Kappingin byrjar klokkan 8 og 21 hundar eru tilmeldaðir. Luttakarnir eru fleiri av teimum bestu seyðahundunum í landinum, og spennandi verður at síggja, um FM-støðan broytist eftir hesa kappingina. Spenningurin er, um tey fýra plássini sum geva atgongd til EM, og til tríggjar teir bestu til HM.

Tummas Jacobsen, við Moss, hevur fingið eitt gott útgangsstøði fyri tær báðar fyrstu kappingarnar við fullum stigatalið. Vinnur hann leygardagin, so verður hann ringur at takað, og hevur helst longu tá tryggja sær pláss á landsliðnum.

Sunnudagin kappast klassi 2 og klassi 1, sum er fyri unghundar, har nýggjir og sindur royndir hundar fáa møguleikan at vísa síni evnir. Hettar er ein góður møguleiki at síggja nýggjar, og royndar, hundaførarar við nýggjum hundum.

Sandoyar seyðahundafelag takkar bóndanum í Húsavík fyri, at lata økið og seyð til kappingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder