Annað

FM vinnarar í amboðsfimleiki

Um vikuskiftið varð kappast um føroyameistaraskapin í Fimi.

(Mynd: Jón K. Joensen)

(Mynd: Jón K. Joensen)

2022-05-23 10:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimleikasamband Føroya skipaði um vikuskiftið fyri umfatandi kappingum í amboðsfimleiki, har føroyameistararnir í teim ymsu aldursbólkunum skuldu finnast fyri bæði kvinnur og menn, gentur og dreingir.

Umframt samlaða føroyameistaran í hvørjum bólki, vóru eisini føroyameistarar kosnir í hvørjum amboði sær, ið kappast var í.

Kvinnur og gentur kappaðust í lopi, forskotnari barr, bita og gólvi, meðan menn og dreingir kappaðust í gólvi, beinsveiggi, ringum, lopi, paralellari barr og rekk.

Vit nevna her bert tær samlaðu FM-kappingarnar fyri einstaklingar. Fyri at síggja FM-vinnarar fyri hvørt einstakt amboð sær (oftast samanfallandi við samlaða FM-vinnaran) kunnu úrslitini síggjast á heimasíðuni fimleikur.fo https://www.fimleikur.fo/urslit-og-myndir-fra-fm-2022-i-ambodsfimleiki/

[object Object]

Hjá kvinnunum gjørdist Astrid Breckmann úr Havnar Fimleikafelag føroyameistari. Hon fekk 49.899 stig framman fyri Rebekku Rein, HF, 45.599 og Gunnvá Mørkøre, HF, 43.965.

[object Object]

Kvinnuunglingar: Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag, føroyameistari við 44.232 stigum framman fyri Sesiliu Biskopstø úr Støkk við 33.499 stigum.

[object Object]

Gentur, stig 7: Ronja Johannesen, Havnar Fimleikafelag, við 36.050 stigum, framman fyri Hjørdis Petursdóttir, Støkk, við 30.200 stigum

[object Object]

Hjá gentum, stig 6, var bert ein luttakari. FM vinnari gjørdist Marin Danielsen, Havnar Fimleikafelag, við 33.275 stigum

[object Object]

Gentur, stig 5: Angela Simonsen, Ljósið, føroyameistari við 35.550 stigum, framman fyri Mariu í Stórustovu, Ljósið, við 33.500 stigum og Onnu Sofíu Bjarnastein, HF, við 33.250

[object Object]

Gentur, stig 4: Tóra E. Thorkildshøj, Havnar Fimleikafelag, føroyameistari við 34.725 stigum framman fyri Eliu Enghamar við 32.750 stigum og Honnu Bjartalíð og Maite Ellendersen, báðar úr Ljósinum, sum báðar fingu 32.050 stig.

[object Object]

Hjá monnunum gjørdist Aron D. Jacobsen úr Havnar Fimleikafelag, samlaður føroyameistari við 74.965 stigum, framman fyri Teit K. í Hjøllum, HF, við 53.431 stigum og Rana A. Dalsgarð, HF, við 26.433 stigum.

[object Object]

Mansunglingar: Bjarki Johannesen, Havnar Fimleikafelag, føroyameistari við 61.532 stigum, framman fyri Bjarka í Jákupsstovu, Støkk, við 53.231 stig, og Rók Vestargaard, Ljósið, við 52.232 stigum.

[object Object]

Dreingir: David H. Dalsgarð, Havnar Fimleikafelag, gjørdist føroyameistari við 49.699 stigum, framman fyri Ari Poulsen, Støkk, við 41.999 stigum, og Vilhelm S. Johannesen, Ljósið, við 39.398 stigum.

[object Object]

Smádreingir: Elias A. Apol, Ljósið, gjørdist føroyameistari við 81.531 stigum, framman fyri Ása Yan Arnoldson, Støkk, 75.199 stigum, og Jóhannus Eli Lambaa, Flog, við 65.165 stigum.

[object Object]

Piltar: Tollakur Djurhuus, Havnar Fimleikafelag, føroyameistari við 72.765 stigum, framman fyri Jóannes Moraitis, HF, við 71.997 stigum, og Ísak R. Mouritsen, HF, 71.598 stigum. 

Myndirnar hevur Jón K. Joensen tikið. Nógv fleiri myndir kunnu síggjast her

Øll úrslitini - eisini FM-vinnararnir í teimum einstaku amboðunum síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder