Eingin evropeiskur dystur hóskvøldið, hóast hópurin hjá Lech Poznan lendi seinnapartin. Men hetta merkir, at talan verður um eitt spennandi fótbóltsfríggjakvøld á Tórsvølli - og á FM1 og Portalinum.
Sí eisini: Bráðvend eftir pólskt trýst: KÍ og Lech Poznan spæla kortini ikki í kvøld
Til ber at fylgja gongdini í seinna dystinum í 3. umfari á Portalinum, og vit hava myndir, samrøður og annað.
FM1 sigur frá dystinum. Tað vera Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen, sum verða ávikavist frásøgumaður og viðmerkjari.
![]()
Eli og Trygvi vera at hoyra frá svalanum á Tórsvølli frá beint fyri klokkan 19 (Mynd: Sverri Egholm)
Frá klokkan 17.15 sendir FM1 fríggjadagssendingina Fótbóltsskýlið. Og hetta verður úr miðlarúminum á Tórsvølli.
Sendingin fer at snúgva seg um evropeisku dystirnar hesa vikuna, har vit millum annað taka samanum avrikini hjá NSÍ, sum er úti eftir javnleikin móti Lugano í gjár. Spennandi landskappingin verður eisini løgd undir luppin, og Leivur Frederiksen verður gestur í allari sendingini - onnur vitja eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald