Hondbóltur

FM1 og Portalurin við Tjarnir: Soleiðis ber til at fylgja við spennandi steypakvøldinum

Kvinnurnar hjá Kyndli og VIF spæla klokkan 17, og upptakt byrjar klokkan 16. Beinleiðis frásøgn frá frá báðum finalunum á FM1 við viðmerkingum og samrøðum aftaná. Myndir, livescore, samrøður og samanumtøka sæst á Portalinum.

Pætur Nolsøe og Tormóður Petursson Djurhuus her í Oslo - saman við Teiti Joensen fara teir at leiða lurtararnar á FM1 gjøgnum steypafinalukvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pætur Nolsøe og Tormóður Petursson Djurhuus her í Oslo - saman við Teiti Joensen fara teir at leiða lurtararnar á FM1 gjøgnum steypafinalukvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-21 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra steypafinaluvikuskiftið er í gongd við Tjarnir. 

Leikskráin
Í gjár, fríggjadagin 20. februar:
Gentur 16: Neistin – H71 29-27
Dreingir 16: H71 – VB 37-28

Sí eisini: U16: Neistin og H71 vunnu ársins fyrstu steypafinalur

Í dag, leygardagin 21. februar:
kl. 09.00 G10B: Stjørnan a – ÍA a
kl. 09.40 D10B: Kyndil c – Neistin d
kl. 10.20 G12B: Tjaldur a – Kyndil b
kl. 11.10 D12B: Team Klaksvík b – SÍF
kl. 12.00 G10A: Kyndil a – H71 a
kl. 12.40 D10A: Kyndil a – H71 a
kl. 13.20 G12A: VÍF a – H71 a
kl. 14.10 D12A: H71 a – VÍF a
kl. 17.00 Kvinnur: VÍF – Kyndil

kl. 20.00 Menn: Kyndil – H71

Ungdómsfinalurnar verða stroymdar her

Í kvøld snýr tað seg um um tey vaksnu, og Portalurin og FM1 gera nógv burturur. 

FM1 sendir frá klokkan 16, har byrjað verður við prátinum við Turið Arge Samuelsen og Fríðu Nolsøe Olsen, sum vitjaðu í útvarpsstovuni í gjár. Tær eru álopskendir profilar á hvør sínum liði.

Turið: - Steypafinalan orsøkin til at eg leggi so nógv í hetta (Video)

Sí eisini: Fríða skoaði 13 mál í seinnu hálvfinaluni - Turið skoraði samanlagt 25 mál

Síðani senda vit beinleiðis frá svalanum við Tjarnir, har Pætur Nolsøe, Tormóður Petursson Djurhuus og Teitur Joensen fara at hita upp og siga síðani frá Kyndil - VÍF.

Teir taka síðani samanum og hyggja fram ímóti mansfinaluni, sum H71 og Kyndil spæla klokkan 20. Aftaná eru gullprát og samanumtøka.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Les eisini: Kyndilskvinnur og hoyvíkskvinnur skulu royna at endurvinna

Á fosíðuni á Portalinum eru beinleiðis dagføringar. Vit hava dystarmyndir, fagnaðarmyndir, umframt videosamrøður og samanumtøku aftaná.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder