Hondbóltur

FM1: Steypahondbóltur á breddanum klokkan 16

Pætur Nolsøe fær seinni í dag gestir, sum fara at tosa um hálvfinalurnar og hyggja fram ímóti finalunum næsta vikuskifti.

Vestmannakvinnur vunnu seg víðari á dramatiskan hátt víðari til fyrstu steypafinaluna síðani 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vestmannakvinnur vunnu seg víðari á dramatiskan hátt víðari til fyrstu steypafinaluna síðani 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-16 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

VÍF móti Kyndli hjá kvinnum og Kyndil móti H71 hjá monnum.

Soleiðis síggja steypafinalurnar hjá teimum vaksnu út. Hetta er greitt, eftir hálvfinalurnar í síðstu viku.

Tað gjørdist bert av álvara spennandi í uppgerðini millum Neistakvinnur og vestmannakvinnur: Har vann VÍF samanlagt við einum máli - javnleikur í gjár var nóg mikið.

Myndir: Steypadramatikkurin í Vestmanna

Hoyr eisini: Ida Mai Nielsen: Hetta var ein stríðssigur

Finalurnar verða spældar leygardagin 21. januar við Tjarnir:

17.00: Kyndil - VÍF (kvinnur)
20.00: Kyndil - H71

[object Object]
Tað verður grønt í høllini við Tjarnir leygarkvøldið: Kyndil er í báðum steypafinalunum hjá teimum vaksnu (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Nolsøe var upptikin við mikrofonina til fleiri dystir um vikuskiftið, og klokkan 16 reikar hann fyri sending á FM1.

Tormóður Petursson Djurhuus og Hallur Danielsen vitja, og fara teir at taka samanum hálvfinalurnar og hyggja fram ímóti finalunum.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder