
Ítróttarfelagið Tvørmegi: Hósdagin 4. juni var stovnandi aðalfundur fyri Ítróttafelagið Tvørmegi, sum er fyrsta functional fitness ítróttafelag í Føroyum. Endamál felagsins er at fremja, styrkja og breiða út vitan um venjing við funktionellum rørslum umframt at skapa møguleikar hjá føroyskum ítróttafólki at kappast bæði innanlands og uttanlands.
Functional fitness sum ítróttagrein er sprottin úr crossfit. Í Føroyum sóu vit crossfit fyrstu ferð, tá venjingarmiðstøðin, Tvørmegi, varð sett á stovn í 2013.
Sjálvt functional fitness hevur tikið seg nógv fram seinastu árini. Functional fitness er sera líkt crossfit, men virkar sum ein ítróttargrein burturav. Høvuðsmálið hjá Altjóða Functional Fitnesssambandinum er í løtuni at fáa ítróttagreinina góðtikna sum olympiska ítróttagrein.
Meðan føroyingar seinastu árini hava luttikið í crossfit kappingum í Danmark, Svøríki, Skotlandi, Fraklandi og Spania, so var tað eitt stórt framstig, tá fýra føroyingar í juni luttóku í danska meistaraskapinum (DM) í functional fitness.
- Okkara luttakarar vístu, at vit føroyingar meira enn so eru førir fyri at kappast millum tey fremstu. Hetta var eitt nú, tá Eyðun Hentze Højgaard, Jóhanna av Steinum og Tordis Tróndarson øll kvalifiseraðu seg til heimsmeistaraskapið í Avstralia í vetur.
Ítróttafelagið,Tvørmegi, hevði stovnandi aðalfund 4. juni 2025.
Í nevndini eru:
Kristjan Petursson, forfólk
Eyðun Hentze Højgaard, næstforfólk
Ari av Rana, nevndarlimur
Jóhanna av Steinum, nevndarlimur
Bartal Kamban, nevndarlimur
Felagið hevur heimstað í venjingarmiðstøðini Tvørmegi, Slættanesgøta 11, Tórshavn.
Meira fæst at vita um felagið á heimasíðuni: tvormegi.fo/ift
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald