Annað

FM í flogbólti fyri ungdóm í Trongisvági

Sí myndir og umrøðu av ungdómsfinalunum í flogbólti um vikuskiftið.

2024-04-08 17:12 Author image
Innsent
placeholder

Um vikuskiftið vóru føroyameistarakappingarnar í teimum yngri deildunum í flogbólti avgjørdar á stórari finalustevnu í Trongisvági.

Vit savna her umrøðurnar av finaludystunum, sum Flogbóltssamband Føroya hevur sent okkum.

[object Object]

U14 gentur: Dráttur er føroyameistari

Dráttur - SÍ (3-2) (17-25, 19-25, 27-25, 25-16, 15-13)

Talan gjørdist um ein sera spennandi dyst – ein gysara – við sera evnaríkum ungum leikarum.

SÍ legði bragdliga fyri og vann tvey tey fyrstu settini. Dráttur legði seg síðani langt framum í triðja settið, men SÍ kom aftur, og hevði ein dystarbólt. Dráttur megnaði tó at vinna hetta settið tepurt. Fjórða settið vann Dráttur heldur lættliga.

So skuldi javnbrótari til. Her legði Dráttur seg væl framum, men sum settið leið, kempaði SÍ seg innaftur í settið. Dráttur megnaði tó at vinna settið, dystin og harvið eisini føroyameistaraheitið.

[object Object]Dagsins leikari í dystinum gjørdist Marjun á Mýrini úr Drátti

[object Object]
Vónbrotnar SÍ-gentur

SÍ er føroyameistari í kvinnuunglingum

SÍ – Fleyr 3-2 (25-12, 25-22, 22-25, 16-25, 15-10)

Tað gekk sum eftir ánni hjá SÍ fyrstu tvey settini, sum vóru vunnin lættliga, men so fótaði Fleyr sær og javnaði til 2-2.

Í javnbrótaranum legði SÍ seg á odda 5-1, og eftir hetta kom ikki veruligur spenningur í settið aftur, sum SÍ vann 15-10.

[object Object]

[object Object]
Dagsins leikari gjørdist Helena Skylv Hansen úr Fleyr

[object Object]
Fleyr

Ternan er føroyameistari í G16, bólki 2

Gentur 16, bólkur 2:
Ternan – KÍF 3-1 (20-25, 25-17, 25-16, 25-12)

Við 3-1 sigri á KÍF vann Ternan sítt annað føroyameistaraheiti í FM-finalunum fyri yngri deildir, sum vórðu spældar í Trongisvági um vikuskiftið.

Tað var annars KÍF, sum legði best fyri, og vann fyrsta sett 25-20, men so mentist Ternan, og vann næstu trý settini sannførandi 25-17, 25-16 og 25-12.

[object Object]
Ternan

[object Object]
Dagsins leikari gjørdist Jonna á Regni Højgaard úr Ternuni

[object Object]
KÍF

U19 dreingir: SÍ er føroyameistari

ÍF - SÍ (1-3) (25-23, 15-25, 15-25, 23-25)

ÍF legði hart fyri og vann fyrsta settið, eftir at SÍ hevði verið frammanfyri tað mesta av settinum. SÍ svaraði væl aftur og vann síðani tvey tey næstu settini rættuliga greitt.

Undan fjórða settinum, var spurningurin, um SÍ skuldi vinna dystin greitt, ella um talan skuldi gerast um ein javnbrótara.

Fjórða settið gjørdist munandi meira spennandi enn tvey tey undanfarnu, men móti endanum av settinum settu sørvingar trumf á, vunnu settið, dystin og føroyameistaraheitið.

[object Object]

[object Object]
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Silas Poulsen úr SÍ.

[object Object]
ÍF

U19 gentur: Fleyr er føroyameistari

Fleyr - KÍF (3-0) (25-20, 25-14, 20-18)

KÍF bleiv ongantíð ein verulig hóttan fyri sterkara Fleyr-liðið, har nógvir at leikarunum ganga aftur á besta kvinnu-liðnum hjá Fleyr.

Talan bleiv um ein 3-0 sigur til Fleyr, sum við hesum gjørdist føroyameistari fyri U19 gentur.

[object Object]
Fleyr

[object Object]
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Thirza Beccera úr Fleyr. Hendan heiður vann Thirza eisini í U16 finaluni.

[object Object]
KÍF

U14B gentur: TBA er føroyameistari

TBA - Ternan (3-0) (25-12, 25-22, 25-12)

Talan bleiv um ein 3-0 sigur til TB, sum við hesum gjørdist føroyameistari fyri U14 gentur í B-bólkinum.

[object Object]
TBa

[object Object]
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Nomi Hansen úr TB

[object Object]
Ternan

Dreingir 16: SÍ er føroyameistari

SÍ - ÍF (3-2) (25-22, 25-19, 20-25, 24-26, 15-10)

SÍ kom á odda 2-0 í settum, men dreingirnir úr Fuglafirði vildu ikki geva seg og vunnu næstu tvey settini. Javnbrótari mátti so til.

At enda var tað SÍ sum varð omaná og gjørdist FM vinnari. Sørvágsdreingir vunnu 3-2 á fuglfirðingum.

[object Object]

[object Object]
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Lukas Poulsen úr SÍ

[object Object]
ÍF

Gentur 16A: Fleyr A er føroyameistari

Mjølnir - Fleyr A (1-3) (15-25, 23-25, 25-22, 21-25)

Fleyr A vann dystin 3-1 við settúrslitunum  25-15, 25-23, 22-25 og 25-21.

[object Object]
Fleyr a

[object Object]
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Thirsa Becerra, sum hóast einans 16 ára gomul, er ein av berandi kreftunum á besta kvinnuliðnum hjá Fleyr.

[object Object]
Mjølnir

Dreingir 14: Ternan er føroyameistari

Ternan - TB (3-1) (23-25, 25-22, 25-18, 25-22)

Toftadreingir frá Ternuni gjørdust føroyameistarar fyri dreingir 14. Ternan vann dystin móti TB 3-1 við settúrslitunum  23-25, 25-22, 25-18 og 25-22.

[object Object]
Ternan

[object Object]
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Johan Kass henriksen frá Ternuni.

[object Object]
TB

SÍ eru føroyameistarar fyri gentur 12

SÍ - TB (2-0) (25-2, 25-6)

SÍ gentur 12 við stórtalentinum Onnu Katrinu í Haraldstovu á odda vunnu greitt teirra finalu ímóti TB.

SÍ vann 2-0 við settúrslitunum 2-0 25-2 og 25-6.

[object Object]

[object Object]
Dagsins leikari í dystinum gjørdist ikki óvæntað, Anna Katrina í Haraldstovu frá SÍ.

[object Object]
TB

TBa dreingir 12 eru føroyameistarar

TBa - TBb (2-0) (25-22, 25-21)

TBa fór við sigrinum og FM heitinum. TBa vann 2-0 við settúrslitunum 25-22 og 25-21.

[object Object]
TBa

[object Object]
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Páll Hansen, sum var á TBa liðnum.

[object Object]
TBb

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder