
Føroyar spældi uttan málmann í álopinum gjøgnum allan dystin í kvøld. Tað kostaði nøkur løtt mál til Ukraina, men kortini riggaði tað. Tað riggar, tí vit eiga ein leikara, sum eitur Elias Ellefsen á Skipagøtu, og hann er millum nakrar av heimsins bestu at stýra álopinum í júst slíkum spæli.
Aftur og aftur fann hann genialar loysnir fram. Fær hann ikki sjálvur pláss at gera eina skotroynd, so finnur hann sum oftast altíð altíð ein viðspælara, sum stendur fríur.
Í baksýni var føroyski sigurin ongantíð í vanda. Tað tók heldur langa tíð at koma fram um við tryggari leiðslu, men tað lá líka sum í luftini, at tað nokk skuldi koma.
Ikki fyri at siga nakað ringt um ukrainska spælið, men tað var sum um, at teir ikki høvdu sama hugflogið til at finna fram tær snildu loysnirnar.
Tað megnaðu føroyingarnir, og eftir at seinni hálvleikur var hálvrunnin, so gjørdist spælið ein sigursferð hjá føroyska liðinum.
Vit hava tað við at telja málini og málskorararnar, men dysturin verður ikki vunnin uttan so, at vit eisini standa stinnir í hinum endanum. Og í so máta var dysturin í kvøld ein frægd at síggja.
Pauli Jacobsen í málinum tók teir bóltarnar hann skuldi og so tað sindri, sum skal til afturat. Og miðverjan stóð manniliga. Menn sum Vilhelm Poulsen, Teis Horn Rasmussen, Pætur Mikkjalsson, Ísak Vedelsbøll og Tróndur Mikkelsen standa sum risar í verjuni, eisini teir, sum eru høvdið minni enn mótstøðumenninir.
Eftir eina varðisliga leiðslu á 15-13 í hálvleikinum runnu føroyingarnir undan ukreinunum í øðrum hálvleiki.
Og móti endanum av dystinum var leiðslan so trygg, at Peter Bredsdorff Larsen, loyvdi teimum leikarum, sum annars ikki fáa so nógvar minuttir, framat – Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi, Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Mittún og Rói Berg Hansen. Hugaligt at síggja teir eisini.
Úrslitið av dystinum gjørdist 35-27, ein tryggur átta-máls-sigur. Og generalurin – herovastin – Elias Ellefsen á Skipagøtu varð uppiborið kosin til dagsins besta leikara.
Níggju leikarar vóru við til at tryggja Føroyum tey 35 málini í kvøld:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 mál
Óli Mittún 6 mál
Hákun West av Teigum 5 mál
Teis Horn Rasmussen 5 mál
Leivur Mortensen 2 mál
Vilhelm Poulsen 2 mál
Ísak Vedelsbøl 2 mál
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2 mál
Bjarni í Selvindi 1 mál
Rói Berg Hansen 1 mál
Føroyski málverjin og liðformaðurin gjørdi sítt við 10 bjargingum uppá 33 skot. Pauli Jacobsen bjargaði 30 prosent av skotunum - sumt var stórbjargingar og í undirtali.
Aleksandar “Sasha” Lacok bjargaði eisini einum skoti í dystinum.
Niðurlond hava í dag á heimavølli vunnið 34-29 á Kosovo.
Sostatt gjørdist úrslitið av EM undankappingarbólki 6 hetta:
Føroyar 9 stig
Niðurlond 7 stig
Ukraina 4 stig
Kosovo
Helst eru tey fýra stigini hjá Ukraina nóg mikið til at teir eisini koma við til EM-kappingina í januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald