Annað

Føroyar á odda

Føroyar hava nú góðan møguleika at vinna talvkappingina fyri smátjóðir, ið verður hildin á Kýpros. Tvey umfør eru eftir at spæla.

Føroysku telvararnir vunnu á øllum borðum í gjár móti Liktinstein. Vinstrumegin síggjast Elias Petersen, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska

Føroysku telvararnir vunnu á øllum borðum í gjár móti Liktinstein. Vinstrumegin síggjast Elias Petersen, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska

2025-11-20 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder


Føroyar gjørdu bart í báðum mikudagsdystunum og kunnu nú sjálvar avgera smálandakappingina í talvi við góðum endaspurti fríggjadagin og leygardagin.

Mikumorgunin vann føroyska talvlandsliðið 3-1 í toppdystinum móti Kýpros, og seinnapartin vunnu okkara menn 4-0 á Liktinstein. 

Tað gekk upp á stás í gjár. Góði 3-1 sigurin í oddadystinum móti Kýpros um morgunin fløvaði sum vera man, og seinnapartin settu teir trumf á við at vinna øll talvini móti Liktinstein.

Einasta broyting á liðnum var, at unglingarnir skiftu á fjórða borði. Jón í Horni Nielsen, sum vann um morgunin, víkti sætið, og Elias Petersen tók hansara pláss.

Helgi Dam Ziska telvaði aftur ógvuliga sannførandi, og vann lættliga. Sama gjørdi Luitjen Akselsson Apol, sum hevur staðið seg ógvuliga væl. Telvararnir við svarta fólkinum máttu kýta seg. Hvørki Høgni ella Elias komu væl frá byrjanini, men báðir stríddust væl og vóru mentir at venda gongdini.

7. umfar (mikudagin 21. november)

Føroyar - Liktinstein 4-0

GM Helgi Dam Ziska (2543) - Markus Krieger (2168) 1-0
IM Høgni Egilstoft Nielsen (2385 )- Andrew Heron (2065) 1-0
Luitjen Akselsson Apol (2288) - Marcel Mannhart (2087) 1-0
Elias Petersen (2004) - Renato Frick (1908) 1-0

Drúgvi mikudagurin

6. umfar (19. november kl. 07:30)

Kýpros - Føroyar 1-3
Andorra - Monako 2½-1½
Liktinstein - Luksemburg 1-3
Jersey - Malta 2½-1½
San Marino - Guernsey 1½-2½

7. umfar (19. november kl. 13:30)

Føroyar - Liktinstein 4-0
Luksemburg - Andorra 1½-2½
Guernsey - Kýpros ½-3½
Malta - San Marino 3½-½
Monako - Jersey 3-1

Støðan eftir sjey umfør

1. Føroyar 12 stig (22 borðstig)
2. Andorra 12 (19½)
3. Kýpros 11 (20)
4. Luksemburg 9 (20)
5. Monako 7 (14½)
6. Liktinstein 7 (11½)
7. Malta 4 (13)
8. Jersey 4 (9½)
9. Guernsey 3 (6)
10. San Marino 1 (5½)

Føroyar eru nú á odda í kappingini. Í dystarstigum stendur á jøvnum millum Føroyar og Andorra, men Føroyar hava munin í borðstigum. Tað kann fara at gerast avgerandi. 

Mest sannlíkt er, at oddaliðini kunnu vinna dystirnar, ið eftir eru. Hendir tað, verða borðstigini avgerandi. Tí ræður um hjá Føroyum at fáa sum mest burturúr í dystunum í áttanda og níggjunda umfari. Í løtuni hava vit hálvttriðja stig meira enn Andorra.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum higartil er henda:

Helgi Dam Ziska 5½/7
Høgni Egilstoft Nielsen 4½/6
Luitjen Akselsson Apol 5½/6
Jón í Horni Nielsen 3½/6
Elias Petersen 3/4

Endabresturin

Nú eru sum nevnt tvey umfør eftir. Føroyar hava Guernsey og Malta eftir. Andorra hevur Liktinstein og Jersey.

Í dag er einasti frídagur hjá telvarunum í Larnaca.

8. umfar (fríggjadagin kl. 13)

Føroyar – Guernsey
Liktinstein – Andorra
Kýpros – Malta
Jersey – Luksemburg
San Marino - Monako

9. umfar (leygardagin kl. 12)

Malta – Føroyar
Andorra – Jersey
Monako – Kýprós
Luksemburg - San Marino
Guernsey - Liktinstein

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder