Hondbóltur

Føroyar aftur styrkismettar næsthægst í EM-undankapping

Hondbóltsmenninir skulu í mai royna at spæla seg til HM, men nú hósdagin er lutakast um bólkabýti til EM-undankapping, sum byrjar í heyst. Føroyar hava góðar treytir.

Ísak Vedelsbøl og hinir vunnu EM-undankappingarbólkin í 2024-2025. Í 2026-2027 sleppa Føroyar undan teimum flestu av teimum stóru tjóðunum (Mynd: Sverri Egholm)

Ísak Vedelsbøl og hinir vunnu EM-undankappingarbólkin í 2024-2025. Í 2026-2027 sleppa Føroyar undan teimum flestu av teimum stóru tjóðunum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-24 10:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin 26. mars klokkan 18.00, føroyska tíð, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum. Lutakastið verður í Lissabon í Portugal.

Føroyar eru styrkismettar, sum nummar 17 í Europa í løtuni og eru harvið styrkismettar í aðru røð. Styrkismetingin byggir á fýra tær seinasta kappingarnar, ávikavist tvær EM- og tvær HM-kappingar.

Raðfylgjan fyri styrkismetingin sær soleiðis út:

Pottur 1: Kroatia, Frakland, Týskland, Ungarn, Ísland, Noreg, Slovenia, Svøríki
Pottur 2: Eysturríki, Kekkia, Føroyar, Italia, Norðurmakedonia, Niðurlond, Portugal, Serbia
Pottur 3: Belgia, Bosnia-Hersegovina, Georgia, Grikkaland, Litava, Montenegro, Rumenia, Ukraina
Pottur 4: Estland, Finnland, Ísrael, Kosovo, Lettland, Luksemborg, Slovakia, Turkaland

Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki, saman við fýra teimum bestu trý´arunum, koma víðari til EM-endaspælið í januar 2028, sum verður leikt í Sveis, Spania og Portugal. Tað er longu greitt, at um Føroyar vinna seg til endaspælið, at so skal Føroyar spæla innleiðandi bólkaspælið í Lissabon.

Lutakastið kann stroymast á youtube-síðuni Home of Handball
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder