
Føroyar vóru á odda so at siga allan dystin móti Íslandi, sum var annar dysturin í HM-bólkaspælinum. Men íslendingar treiskaðust, og í seinastu sekundunum skuldi eitt lítið undur til fyri at fáa stig.
Tað eydnaðist eisini. Dómararnir úr Uruguay dømdu ein heldur tunnan álopsfeil móti Íslandi - ein sum venjaratoymi teirra var í luftuni yvir. Føroyar gjørdu skjótt av, og Óli Mittún fekk bóltin á miðjum vølli, tá 2-3 sekund vóru eftir. Hann varð harðliga feldur av íslendara, sum royndi at vinna ein álopsfeil.
Hetta kostaði eitt reytt kort og sambært reglunum: brotskast til Føroyar. Tað tók Óli sær sjálvur av, og nummar 78 var púra tryggur.
35-35 og so var stórur fagnaður á spælarum, venjarum og mælsku føroysku fjepparunum. Hetta tí at man stríddi seg aftur til eitt stig, sum kann gera stóran mun í tætta bólkinum.
Vit koma nærri inn á hetta í dag og í morgin, Men tað merkir so, at Føroyar hava stóran fyrimun í stríðnum við júst Ísland um víðari pláss, og at eitt stig móti Rumenia leygardagin í øllum førum verður nóg mikið til at koma víðari. Ein sigur sendur Føroyar víðara sum eittara.
Óli mansvardur - eingin steðgaði Erlingsson
Óli Mittún var flúgvandi fyrstu stóru tjúgu minuttirnar - við sjey málum uppá sjey skot og nógvum góðum nærdystum og fríspælingum. Ísland fekk als ikki steðgað Føroyum, men so komu hyggiráðini: At mansverja Óla Mittún. Hetta gav Føroyum størri pláss, men tað varð bert í løtum gagnnýtt til fulnar.
Har hevði serliga Trúgvi Hávardsson góðar atgerðir, meðan tað sveiggjaði hjá Høgna Heinasyni - Ísak Vedelsbøl var tryggur á strikuni. Av vonginum brendu føroyingar heldur illa.
Maðurin, ið mansvardi Óla, var ikki til at steðga í hinum endanum. Elmar Erlingsson hevur áður vunnið íslendska meistaraheitið - sum blaðungur og saman við Dánjali Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus. Í dag skoraði hann heili 17 ferðir og var ein marra fyri føroyska verjupartin, sum ongantíð heilt kom í gongd.
Skeiva 5-1 verjan móti endanum við Róa Seyer Hjaltason frammarliga hjálpti nakað.
Sum heild skulu føroyingar, eftir umstøðunum og við úrslitunum í gjár í huga, vera væl nøgdir við eitt stig. Men eftir leiðslu leingi, sum í summum førum, var á fimm málum, skal man eisini veruliga inn at hyggja eftir, hví man misti takið móti liðnum, sum vantaði profilar.
Føroyar eru so á odda í bólkinum og í góðari støðu. Nú skal megi savnast til harða, og helst avgerandi, dystin móti Rumenia leygardagin klokkan 10.45.
Meira seinni.
U21 HM 2025 - bólkur F, 2. umfar
Mikudagin 18. juni, Arena Katowice
Føroyar - Ísland 35-35 (21-19)
13.00: Norðurmakedónia - Rumenia
Støðan
1. Føroyar 3 stig
2. Rumenia 2 stig *
3. Ísland 1 stig
4. Norðurmakedónia 0 stig*
* Ein dyst færri
Tvey lið koma víðari úr bólkinum til meginumfarið
------------------------------------
Dystargongdin
5 min: 4-4
10 min: 8-7
15 min: 13-10
20 min: 16-13
25 min: 19-15
30 min: 21-19
35 min: 23-22
40 min: 27-24
45 min: 29-27
50 min: 32-29
55 min: 32-32
60 min: 35-35
Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún 11 (4)
Ísak Vedelsbøl 10 (3)
Trúgvi Hávardsson 4
Høgni Heinason 4
Høgni Højsted 2
Rókur Ziskason 1
Óla Jákup Gaard Olsen 1
Búi Poulsen 1
Rói Hjaltason Seyer 1
Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lačok: 3
Torstein Sivertsen: 3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald