Hondbóltur

Føroyar feldu Frakland og skulu spæla HM-fjórðingsfinalu

Føroysku U21-menninir vístu stórt sinnisligt yvirskot seinastu løtuna og verjuspæl í heimsflokki. Í morgin spæla Føroyar móti Danmark um 1. plássið - hósdagin fáa vit aftur eina HM-fjórðingsfinalu.

2025-06-23 19:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Føroyskur hondbóltur hevur aftur gjørt tað. Tað var sanniliga ikki altíð vakurt, men føroyingarnir vísti stórt yvirskot og hegni seinastu løtuna, tá Frakland varð felt og varpað út í HM-myrkrið í kvøld.

Føroyar vóru aftanfyri størsta partin av lykladystinum, men okkara fullu ongantíð í fátt.

Sasha fór veruliga at taka í málinum, og tað eydnaðist at fáa lyklamál. Seinastu ellivu minuttirnar skoraði Frakland bert tvær ferðir, meðan føroyingarnir vardu fyrimyndarliga væl. 

Føroyar fingu leiðsluna og hildu henni, og hetta megnaravrikið er nóg mikið til eitt føroyskt HM-fjórðingsfinalupláss: Annað U21 HM-endaspælið á rað og fyri aðru ferð hjá hesum árganginum.

Meira seinni

Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
1. Føroyar 4 stig (+7) *
2. Danmark 4 stig (+4) *
3. Frakland 0 stig (-4)
4. Rumenia 0 stig (-7)

*Víðari

Skráin í bólki III
Í dag, mánadagin 23. juni, Arena Katowice
Føroyar - Frakland 28-27 (16-17)

Týsdagin 24. juni, Arena Katowice
15.15: Føroyar - Danmark
17.30: Frakland - Rumenia

_________________________________

Dystargongdin:

5 min: 4-2
10 min: 5-7
15 min: 8-11
20 min: 11-12
25 min: 14-13
30 min: 16-17
35 min: 16-20
40 min: 19-21
45 min: 21-24
50 min: 24-26
55 min: 26-26
60 min: 28-27

Føroysku málskjúttarnir:

Óli Mittún: 9 (4)
Ísak Vedelsbøl: 4 (1)
Niklas Gaard: 4
Rókur Ziskason: 3
Høgni Heinason: 3
Trúgvi Hávardsson: 1
Høgni Højsted: 1
Tóki Friðriksson: 1
Búi Poulsen: 1
Sofus í Selvindi Nattestad: 1

Bjargingar: 
Aleksandar "Sasha" Lacok: 12

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder