Danmark hevði Thomas Arnoldsen sum sína stóru stjørnu, men Føroyar hvødu Mittún-brøðurnar, Ellefsen á Skipagøtu-brøðurnar, Hákun West av Teigum, Janus Dam Djurhuus, Paula Jacobsen og nógvar aðrar. Og teir skrivaðu søgu hendan heita juli-dagin í Vila Nova de Gaia, tá fyrsta umfari í U20 EM-bólkaspælinum var á skránni.
Føroyar vunnu 33-32 á Danmark í einum frálíkum hondbóltsdysti, har dygdir sóust í serliga álopsspælinum.
Sí hæddarpunkt ovast ella á Youtube
![]()
Elias Ellefsen á Skipagøtu varð føroyskur toppskjútti í sigrinum á Danmark og gamla kamarsfelagnum í Skanderborg, Thomas Arnoldssen. Tíverri komu skaðatrupulleikar í knæðið eftir dystin (Mynd: Harald Bjørgvin)
Hetta var fyrstu ferð, at Føroyar vunnu á Danmark í hondbóltsdysti, sum telur. Føroyar komu tó ikki víðari í EM 2022. Tap móti Slovenia og Ungarn í næstu dystunum, har Elias á Skipagøtu sat úti við skaða í knænum, gjørdu tað greitt.
Endastøðan í fyrsta EM-ungdómsendaspælinum hjá føroyskum hondbólti varð tó góð. Hetta vóru 2002- og 2003-árgangirnir, við góðari hjálp frá Óla Mittún. Teirra summar var mest minniríkt vegna sigurin á Danmark - nú skulu 2008 og 2009'arnir, umframt Jónas Fossabrúgv, royna at gera tað sama.
Hetta verður millum annað við yngsta Ellefsen á Skipagøtu-beiggjanum, Boasi, sum er millum toppskjúttarnar í kappingini.
Sí eisini: U18 EM- Til ber at síggja avgerandi dystin móti Danmark á Portalinum
Ein av venjarunum í 2022 var Julian Johansen. Hann verður viðmerkjari á Portalinum í kvøld, tá vit senda Føroyar - Danmark. Byrjað verður klokkan 18.15, og frásøgnin hoyrist eisini á FM1.
![]()
Julian situr uttast til høgru á bonkinum undir U20 EM-endaspælinum í 2022 (Mynd: Harald Bjørgvin)
------------------------------------------------
U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinumm
Í gjár mánadagin 3. august
Støðan undan seinasta umfari
1. Danmark 4 stig
2. Spania 2 stig
--------------------
3. Føroyar 1 stig
4. Pólland 1 stig
Tvey lið ovastu liðini eru víðari til fjórðingsfinaluna. Møguliga 3. plássið er nóg mikið.
Í dag, týsdagin 4. august
16.00: Pólland - Spania
18.30: Føroyar - Danmark
Til ber at síggja dystin millum Føroyar og Danmark ókeypis á Portalinum, um ein er staddur í Føroyum - ella við data (5G uttanlands). Vit byrja at senda klokkan 18.15, og tað verður við Julian Johansen sum viðmerkjara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald