
Katowice, Pólland (Portalurin): At bólkur F í U21 HM-endaspælinum fór at vera tættur varð væntað.
Tað var nær við, at tað fór at vera lagt upp til heilt stóra gysaran leygardagin. Um Norðurmakedónia hevði hildið leiðsluni, sum liðið hevði so at siga allan dystin móti Rumenia, so hevði stigatalvan sæð soleiðis út.
1. Føroyar 3 stig
2. Norðurmakedónia 2 stig
3. Rumenia 1 stig
4. Ísland 1 stig
Ístaðin vístu rumenar sína styrki seinastu løtuna í uppgerðini seinnapartin, meðan norðurmakedónar brendu og gjørdu nógv mistøk.
Tað endaði 28-27, og harvið sær stigatalvan í bólk F nú soleiðis út eftir tvey av trimum umførum:
1. Rumenia (Víðari)
2. Føroyar 3 stig (+5)
3. Ísland 1 stig (-4)
4. Norðurmakedónia 0 stig (úti)
Dystarskráin fyri seinasta 3. og seinasta umfar sær soleiðis út:
Leygardagin 21. juni
10.45: Føroyar - Rumenia
13.00: Ísland - Norðurmakedónia
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki.
Harvið stendur stríðið um annað plásið í meginumfarinum millum Føroyar og Ísland. Orsakað av brotskastinum hjá Óla Mittún í evstu løtu, hava Føroyar framvegis fyrimunin móti Íslandi - annars hevði Ísland verið frammanfyri vegna innanhýsis støðuna.
Óli Mittún hevur her skorað til 35-35 úr sjey metrum, tá tíðin var farin (Mynd: IHF/Kolektiff)
Les eisini: Føroyar bjargaðu einum týðandi stigi við brotskasti í seinasta sekundi
Hoyr og les: Var vísur í at Óli fór at skora
Høvdu Føroyar hildið fast í leiðsluni í dag, hevði man longu verið víðari, og so hevði talan verið um reina bólkafinalu móti Rumenia leygardagin.
Í løtuni eru Føroyar tvey stig frammanfyri Ísland og níggju mál betri. Harvið skal Ísland framvegis geva nógv, um føroyingar tapa tepurt móti rumenum.
Føroyar skulu tó bara fara inn og avgerða alt sjálvar: Eitt stig sendir Føroyar víðari til meginumfari, meðan ein sigur á Rumenia sendir Føroyar har við stigum.
Hetta seinna kann gerast ógvuliga kærkomið, tá man við 99 prosent sannlíkindi møtir Danmark og Fraklandi í meginumarinum.
Um Ísland yvirhálar Føroyar leygardagin, skulu Føroyar spæla Presidents' Cup - taparaendaspæl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald