
Tá landsliðini fóru undir venjingarnar fram ímóti dystunum í hesari vikuni, kundi ein beinanvegin síggja, at FSF hevði útvega leikarum og venjarum nýggjar búnar at venja í.
Hallur Hansson her í nýggja venjingarbúnanum frá Macron (Mynd: Sverri Egholm)
Eins og seinastu tvey árini eru klæðini, ið føroysku leikararnir venja og spæla í, av italska klædnamerkinum Macron. FSF skifti eftir 2017 frá Adidas.
Tá U21-landsliðið í gjárkvøldið vann 3-1 á Ísrael, var tað í nýggjum landsliðsbúna. A-landsliðið fer í kvøld eisini at spæla í nýggja Macron-búnanum.
Tað er eitt gott ár síðani, at nýggi búnin varð sniðgivin, og frá hósdegnum fæst hann til keyps á “Merchandise-síðuni" á fsf.fo, og landsliðsbúnin fæst eisini til børn - heilt niður í 1 ára aldur. Hetta skrivar Fótbóltssambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald