Ein valdsframsýning - uppá tann góða mátan - hetta váta og kalda aprílkvøldið. Eitt satt flog og ein serføroyskur vilji sást gjøgnum dystin, og eins og í Reykjavík í 1. umfari í kappingini syfty Føroyar grannunum fyri vestan.
Hesaferð var tað uppaftur meira sannførandi. Føroysk yvirvág í 1. hálvleiki (18-16 í steðginum) vegna frálíkt álopsspæl og góða kontrafastu - og ein verjupart sum veruliga kom í gongd um miðjan hálvleik. Har gjørdi Annika Fríðheim Petersen stóran mun: Samanlagt 12 bjargingar frá málverjanum við hálsbruna.
Talan var um satt og sterkt liðavrik, men har serliga Pernile Brandenborg og Jana Mittún skinu. Liðskiparin vísti vegin á so mangan hátt og mest sjónligt við tólv málum - uppá tólv skot. Nummar 77 var eisini í heilt aðrari útgávu enn móti Portugal og átti lyklaleiklut í kontraspælinum.
Eftir nakrar minuttir í 2. hálvleiki fóru Føroyar frá, og tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi. Spælið var sannførandi og við stórum yvirskoti. Hetta vísti stinna Súna Hansen millum annað við einum gjøgnumbroti og lobbi, Maria Nólsoy við gjøgnumbroti og høggi upp í horni, og Rannvá Olsen við tryggum vong- og kontramálum.
Í miðverjuni var Lív Zachariasen aftur ein brandur, og Claus Mogensen og lívligu fjeppararnir kundu fegin hyggja at.
Móti endnaum kom serliga Natasja Hammer inn við yvirskoti, og tað endaði 35-30. Tað kundi verið meira - tað var høgur føroyskur klassi við Tjarnir. EM-stig.
Hetta er fyrstu ferð, at føroysku kvinnurnar vinna tríggjar dystir í somu undankapping.
Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald