Fótbóltur

Føroyar løgdu seg á odda beint fyri hálvleik

Litava legði seg á odda tíðliga í dystinum, men Føroyar javnaðu við brotssparki. Beint fyri hálvleik, skoraði Jákup B. Andreasen sítt fyrsta mál fyri A-landsliðið og legði Føroyar á sigurskós.

Jákup B. Andreasen hevur skorað (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup B. Andreasen hevur skorað (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-11 17:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað leikar rættiliga javnt á í Nations League dystinum millum Føroyar og Litava á Tórsvølli, men beint fyri hálvleik fingu føroyingar so málið, sum legði teir á sigurskós, tá Jákup B. Andrasen skoraði eftir gott føroyskt uppspæl.

Føroyska liðið byrjaði dystin við einum øgiligum trýsti, og fekk trýst seg fram til fleiri vandamiklar støður, tó uttan at fáa nakran stóran málkjans.

Men trýstið helt bara teir fyrstu knapt fimm minuttirnar, tí so vendi, og tað vóru gulu litavarnir, sum fóru at trýsta við fleiri vandamiklum innleggum inn fyri mál.

Eitt teirra eydnaðist, og liðskiparin hjá Litava, Fedor Cernych fekk sett bóltin í málið.

Í 18. minutti varð Klæmint Andrasson Olsen feldur í málteigunum, og dómarin dømti brotsspark. Viljormur Davidsen, sum hevur verið brotssparksskjútti hjá landsliðnum í eina tíð, setti bóltin trygt í netið og javnaði.

Eftir betta bylgdist dysturin aftur og fram, og beint fyri hálvleik kom Føroyar á odda, tá Føroyar fingu skapt eitt gott álop, har bólturin endaði hjá Jákupi B. Andreasen, sum skoraði sítt fyrsta mál fyri landsliðið.

Eitt sera gott mál at fara til hálvleiks við hjá Føroyska liðnum.

Føroyar hava gjørt eina útskifting í fyrra hálvleiki. Hørður Askham varð raktur av eini harðari takling tíðliga í dystinum. Hann lá og píndist á vøllinum eina løtu7, og tað vísti seg, at hann ikki var fullbirgur at halda fram at spæla.

Í 25. minutti varð Hørður skiftur út við Heina Vatnsdal, sum nú spælir í miðverjuni saman við fasta makkaranum í KÍ, Odmar Færø. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder