Fótbóltur

Føroyar og Litava fyri tíggjundu ferð

Landsdysturin millum Føroyar og Litava leygardagin verður tann tíggjundi millum londini. Fyrsti dysturin var í oktober í 1998, og úrslitið gjørdist javnleikur 0-0. Í 2009 vunnu Føroyar 2-1 við málum frá Súna Olsen og Arnbjørn Hansen.

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í venjingardystinum móti Litava í november í 2020 (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í venjingardystinum móti Litava í november í 2020 (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2022-06-11 13:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Tað er ikki eitt ókent mótstøðulið, ið vitjar á Tórsvølli hesaferð. Føroyar og Litava hava nevniliga møtt hvør øðrum níggju ferðir síðani fyrsta dystin, sum varð spældur í oktober í 1998.

Higartil hava Føroyar vunnið ein, ein dystur er endaður við javnleiki, meðan litavar sjey ferðir eru farnir avstað við sigrinum. Talan er um seks EM-undankappingardystir, tveir HM-undankappingardystir, og ein venjingardyst.

Í undankappingini til EM í 2000 vóru Føroyar og Litava í bólki saman. Fyrri dysturin, sum var spældur í Litava tann 10. oktober í 1998, endaði við málleysum javnleiki. Eitt lítið ár seinni møttust londini aftur, tann 8. september í 1999, og tá eydnaðist litavum at vinna 1-0 í Føroyum.

Fyrsti og higartil einasti føroyski sigurin móti Litava kom í hús tann 9. september í 2009, tá Føroyar vunnu 2-1 á Svangaskarði. Føroysku málskjúttarnir vóru Súni Olsen og Arnbjørn Hansen.

Talan hevur annars verið um javnar dystir, har munurin á máltalvuni hevur verið lítil.

Úrslit
Litava – Føroyar 0-0 (1998 / EM 2000)
Føroyar – Litava 0-1 (1999 / EM 2000)
Litava – Føroyar 2-0 (2002 / EM 2004)
Føroyar – Litava 1-3 (2003 / EM 2004)
Føroyar – Litava 0-1 (2006 / EM 2008)
Litava – Føroyar 2-1 (2007 /EM 2008)
Litava – Føroyar 1-0 (2008 / HM 2010)
Føroyar – Litava 2-1 (2009 / HM 2010)
Litava – Føroyar 2-1 (2020 / venjingardystur)

Leygardagin møtast londini aftur, hesaferð í UEFA Nations League. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder