Føroyska manslandsliðið hevur skrivað søgu við at spæla seg til sítt fyrsta HM-endaspæl.
Tað varð gjørt við 33-29 sigri í kvøld og samanløgdum fimm-máls sigri á Bosnia-Hersegovina.
Hetta var at gera arbeiði móti einum liðið, sum man eigur at vinna á - í øllum førum yvir tveir dystir. Eisini uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu og aðrar.
Eftir fyrra hálvleik var hetta HM-plássið í stórum vanda. Bosnia var uppiborið á odda og á odda við tveimum. Harvið var javnleikur samanlagt.
Hetta var vánaligasti hálvleikur á heimavølli í longri tíð. Føroyska verjan hekk ikki nóg væl samana, ongar bjargingar komu, og so brendi liðið 4-5 risamøguleikar, harav tvey brotskast.
Men í 2. hálvleiki skoraði Bosnia bert nøkur fá mál, meðan tað enn var spennandi. Verjan stóð ógvuliga væl, lív í á og uttanfyri vøllin. Sum heild eitt annað føroyskt úttrykk, og góðu og tryggu málini trutu ikki.
Føroyar komu skjótt á odda, og tað endaði 33-28. Seinastu løtuna var tað niðurteljing, heiðran av Róa Berg Hansen og síðani fagnaður.
Føroysku menninir livdu upp til favorittleiklutin og skulu í januar 2027 spæla HM-endaspæl í Týsklandi. Lutakastið um bólkabýti og um hvønn bý Føroyar skulu til, verður 10. juni. Vertsbýirini: Kiel, München, Hannover og Magdeburg
Samrøður, myndir og meira seinni
Seinni HM- røkkstøkkdysturin:
Í dag, leygardagin 16. mai, við Tjarnir
Føroyar - Bosnia-Hersegovina 33-28 (15-17) - samanlagt: 57-50
Toppskjútti og dagsins spælari: Hákun West av Teigum (11) - nú mest skorandi føroyski A-landsliðsspælarin hjá monnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald