
Við trimum stigum av fýra møguligum í teimum báðum dystunum móti Niðurlondum í mars, settu Føroyar seg í eina gylta støðu í EM-undankappingarbólkinum.
Nú tvey umfør resta í, eru Føroyar á odda í bólkinum. Í øllum førum tvey lið koma víðari og allarhelst trý úr júst okkara bólki - fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingarbólkinum koma víðari
Tað sær harvið ógvuliga gott út í mun til EM-pláss, serliga nú dystirnir móti á pappírinum sterkasta mótsstøðuliðnum í bólkinum er av. Føroyska liðið fer nú av álvara eisini eftir at vinna bólkin, sum kann merkja nógvfyri styrkismetingina til endaspælið.
Stórur føroyskur fagnaður eftir at higartil fyrsti útisigur í einari EM-undankapping er komin i hús: Føroyar vunnu 32-31 á Niðurlondum (Mynd: Sverri Egholm)
Bólkur 6 er tó tann tættasti av teimum átta undankappingarbólkunum, og nógv ymiskt hann henda tvey tey seinastu umførini. So sjálvt um túsundtals føroyingar hava skrivað seg upp til ferð til Oslo, og nógv eisini hava bókað gisting í norska høvuðsstaðnum til januar 2026, so er endaspælsplássið ikki endaliga uppá pláss enn.
Støðan í bólki 6 eftir fýra umfør:
1. Føroyar 5 stig
2. Ukraina 4 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Tvey tey fremstu koma víðari til EM-endaspælið í januar 2026. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at trý'arin í hesum bólkinum verður ov stuttur.
5. umfar, hósdagin 8. mai
18.30: Ukraina - Niðurlond
19.15: Kosovo - Føroyar
6. og seinasta umfar, sunnudagin 11. mai
Niðurlond - Kosovo
Føroyar - Ukraina
(Báðir dystirnir byrja klokkan 17 føroyska tíð)
Plássið kann tryggjast í Kosovo hósdagin. Alt annað enn líka, so burdi eitt stig verið nóg mikið til at fáa atgongumerki til Oslo uppá pláss - í øllum førum við umleið 99 prosent vissu. Hetta hongur saman við, at Føroyar vunnu við ellivu málum í 1. umfari móti Kosovo, og harvið kann Kosovo ikki yvirhála Føroyar, uttan so at heimaliðið vinnur hóskvøldið.
Tað kann ganga galið, um 1) Kosovo vinnur á Føroyum og so eisini fær stig í Niðurlondum 2) Føroyar tapa við tólv í "heksaketlinum" í Pristina hóskvøldið. Men sum so allar nøkulunda veruleikakendar framtíðarímyndir, sum siga at Føroyar ikki koma víðari, "krevja" tvey føroysk tap hesa vikuna.
Tað verður ov leingi at gjøgnumganga øll roknistykkini her, nú tvey umfør eru eftir, og tað er so tætt. Men tað kann staðfestast, at vinna Føroyar aftur á útivølli nú hóskvøldið, og ein vinnari verður funnin av dystinum í Niðurlondum, so skal føroyska manslandsliðið fyri aðru ferð á rað til eitt EM-endaspælið.
Líkamikið hvussu tað gongur so fer liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen eisini at hava laguna á egnum hondum undan heimadystinum móti Ukraina sunnudagin.
Føroyska ferðalagið setir kósina móti Pristina fyrrapartin í morgin mánadagin, og kemur eftir ætlan uppá pláss í annaðkvøld. Portalurin verður við á ferðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald