
Katowice, Pólland (Portalurin): Føroyar hava nú spælt fýra dystir í U21-endaspælinum. Úrtøkan hevur verið tríggir sigrar og ein javnleikur. Hetta er nóg mikið til at tryggja eitt pláss í fjórðingsfinaluni, hóast eitt umfar er eftir av meginumfarinum.
Tað er longu nú greitt, at Føroyar skulu spæla fjórðingsfinalu klokkan 17.30 føroyska tíð hósdagin 26. juni.
Hetta verður í somu høll ella stutt herfrá.
Føroyar skulu møta einum av hesum trimum liðunum:
Eysturríki, Noreg ella Slovenia.
Hetta verður greitt í morgin. Tá spæla liðini í báðum bólkunum seinnu dystirnar í meginumfarinum.
Hugburðin í føroysku leguni tykist at vera, at tað er ógvuliga lítil munur á, hvørjum man kann møta. Tískil verður helst roterað eitt sindur í morgin móti Danmark.
Sí eisini: Óli Mittún: - Skilji ikki heilt hvussu vit vunnu hetta - men vit standa saman
Hetta verður annað U21-endaspæl á rað, at Føroyar eru í topp-átta. Tað var í Týsklandi í 2023, at føroyingar skrivaðu søgu.
Seinni sama summar spældu teir í árgangunum, sum nú eru í Póllandi, U19 HM í Kroatia. Har komu Føroyar eisini í fjórðingsfinaluna - sum so eisini gjørdist endastøðin hjá teimum.
Harvið er hetta triðja HM-endaspælið innan smá tvey ár, at Føroyar spæla seg í topp-átta í einum ungdómsheimsmeistaraheiti á manssíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald