
Pristina, Kosovo (Portalurin): Tað var javnt, tað var hart, men tað var at enda søtt í Pristina.
Føroyskur hondbóltur hevur aftur gjørt tað. Eftir ein heldur illa spældan og ógvuliga rótutan 1. hálvleik, var tað betri eftir steðgin, og føroysku spælararnir tóku ábyrgd, tá ástóð - allir samlir.
Tað var ikki so nógv trýst frá heimaáskoðarunum her men meira frá kopsliga sterku Kosovo-spælaranum. Teir snildaru og kvikaru vunnu tó at enda við tveimum málum, og Føroyar skulu til EM-endapælið í januar 2026.
Ein føroysk fólkainnrás væntast í Oslo. Men áðrenn føroyska liðið kann veruliga gleða seg til tað og fegnast, so skulu Føroyar fara eftir 1. plássinum, tá Ukraina kemur til Tjarnir sunnudagin.
Nógv meira úr Kosovo seinni.
Bólkur 6 í EM-undankappingini:
5. og næstseinasta umfar, í dag hósdagin 8. mai
Ukraina - Niðurlond 29-35
Kosovo - Føroyar 23-25 (13-12)
1. Føroyar 7 stig *
2. Niðurlond 6 stig *
3. Ukraina 4 stig
4. Kosovo 3 stig
* Víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald