 
                
                        
Tað sást beinanvegin, at Niðurlond vildu løna føroyingum tapið frá EM-undankappingardystinum í Amsterdam í apríl aftur. Tað kostaði Niðurlondum eina betri styrmisketng til EM-endaspælið Teir í appelsinlittum spældu við størri og betri hugsavnan, og teir spældu eisini harðari, enn man vanligt ger í einum venjingardysti - hóast rímiliga nógvar útvísingar loyvdi linjan esini hesum.
Hetta ávirkaði føroyska spæli fyrstu smáu tjúgu minuttirnar, og tað tyktiskt serliga at ávirka Elias Ellefsen á Skipagøtu. Eitt var, at hann fekk ein harðan stoyt í beinið (trælær) eftir tveir minuttir og noyddist út í trý álop. Men Kiel-stjørnuspælarin tykiskt merktur á ymiskan hátt - helst órógvaði trælær allatíðina - og spældi nummar 71 sín helst vánaligasta landsliðshálvleik nakrantíð. Elias á Skipagøtu var langt frá høga stignum, sum hann hevur víst í Kiel í ár og í fleiri stórum landsliðsavrikum. Hann skoraði trý av fýra brotskøtum trygt, men brendi ananrs nógv skot og gjørdi fleiri villur.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/03/12/gallery-thumbnail/1741809573zrqbqsle4n.webp)
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði ein av sínum tungu dystum - spurningurin er, hvussu nógv stoyturin órógvaði eint kropsliga, tí seinastu smáu 40 minuttirnar spældi nummar 71 bert eini fimm minuttir (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Men tað var ikki bara maðurin, sum skal vera tann mest berandi. Føroyar byrjaðu beinleiðis illa og fingu als ikki sítt spæl á glið í nevnda tíðarskieðnum, Matthias Rex var ein plága í málinum við nógvum bjargingum, og føroyingar fingu ikki tamarhald á í verjuni.
Tað var Pauli Jacobsen, sum helt Føroyum inni í dystinum við nøkrum stórbjargingum, og bjargaði málverjin millum annað tveimum brotskøstum frá Rutger ten Velde í 1. hálvleiki. Landsliðsliðformaðurin átti sín stóra leiklut í, at dysturin vendi - eisini við bjargingunum tíðliga í 2. hálvleiki - og hevði hann 16 tilsamans. Tó fingu hann og føroyska verjan fatur á ov lítið, tá dysturin skuldi avgerðast.
Óstýriligur Óli Mittún í tøttum dysti
Føroyska spælið batnaði munandi - í báðum endum. Tað hekk eisini saman við, at Staffan Olsen spardi nakrar lyklaspælarar og so at siga skifti ketu seinnu hálvu av fyrra hálvleiki. Stjørnuspælarin Luc Steins var ikki við vegna skaðatrupulleikar, og Dani Baijens, Niels Versteijnen, Rutger ten Velde og Lars Kooij komu út at sita eina løtu. Síðstnevndi er sterkur strikuspælari og miðverji, sum ikki var við í dystunum í apríl. Hann gjørdi stóran mun í kvøld: Spældi hart mitt fyri, fylti nógv og skoraði týðandi mál.
Óli Mittún fekk veruliga gongd á spælið, og gav hann øllum niðurlendingum høvuðbrýggj út á dystin. Elias Ellefsen á Skipagøtu fór út nakað fyri steðgin og spældi ikki aftur, fyriuttan tá Óli hevði steðg eina løtu í 2. hálvleki. Tá skoraði Elias tvey ógvuliga góð mál og hevði eitt uppaftur flottari upplegg.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/03/16/gallery-thumbnail/1742155259pcoane6v6d.webp)
Óli Mittún sá helst uppaftur betri út í kvøld enn í Niðurlondum í apríl - í løtum var føroyingurin flúgvandi (Mynd: Sverri Egholm)
Men tað var yngra systkinabarnið, sum slapp at stýra føroyska yvirtalsspælinum, spældu 7 móti 6 og annað allan dystin, í stóran mun. Og hetta gjørdi GOG-spælarin næstan til UG, fyriuttan síðstu løtuna har eitt brent skot og ein feilalvering kostaðu - eisini Óli Mittún brendi heldur nógv í dag. Tað varð nemliga púra javnt beint eftir steðgin, og Føroyar vóru í fleiri løtum eitt mál frammanfyri Niðurlond. Eisini var +2 einaferð.
Men Niðurlond spældu við sínari A-ketu so at siga allan 2. hálvleik, og serliga Baijens varð avgerandi, meðan ov nógv føroysk álop seinastu tjúgu minuttirnar kiksaðu. Sum heild varð tað óruddiligt hjá báðum liðunum. Hjá Føroyum vóru ov nógvar tekniskar villur og brend skot á degnum, og nakrar útvísingar - millum annað tvær hjá Ísaki Vedelsbøl - kostaðu eisini. Hesaferð koppaði tað til Niðurlond
Fleiri tóku við - tríggir spildurnýggir fingu minuttir
Talan var um ein venjingardyst, har nógv ymiskt varð roynt. Peter Bredsdorff-Larsen hevði 5-1 og álopskenda verju frammi fleiri ferðir - tað var blandað, hvussu tað gekk, og so vóru fleiri broytingar enn vanligt í bakketuni og sum heild.
Høgni Heinason slapp framat seinastu løtuna fyri steðgin, og sá samanspælið við Óla Mittún gott út, eins og á U21-landsliðnum. Pauli Rasmussen fekk nøkur álop í 2. hálvleiki, men blaðungi strandingurin varð dømdur fyri trok tvær ferðir - seinnu ferð var tað heldur hart.
Tað var annars Pauli Mittún, sum kundi taka av í bakketuni. Tá Elias á Skipagøtu spældi nógv minni enn vant, og nú Tróndur Mikkelsen ikki var við, fekk Pauli Mittún nógva spælitíð saman við serliga beiggjanum og var á vinstra bakki flestu minuttirnar í dystinum. Nøkur mál og upplegg og fleiri góðar vejustøður sum tvey'ari hjá Team Sydhavsøerne-spælaranum.
Hákun West av Teigum vísti seg aftur sum tryggjan brotskastsskjútta tvær ferðir, og á hinum vonginum slapp Pauli Høj at royna seg eina góða løtu í 1. hálvleiki. Fyrrverandi Neistamaðurin er nú í júst norskum hondbólti, og í sínum fyrsta A-landsdysti kom Pauli væl frá nøkrum verjustøðum sum tvey'ari, tó at hann eisini gjørdi okkurt brotskast. Í hinum endanum skoraði 23-ára gamli havnarmaðurin, tá hann væl fylgdi upp uppá eitt brent føroyskt skot.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/06/26/gallery-thumbnail/1687795728wtx74wiafa.jpg)
Pauli Høj í U21 HM-dysti móti Portugal í 2023. Nú hevur vinstri vongurin tikið stigið upp, og fekk hann seg royndan í Trondheim í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Samanumtikið kunnu venjarar og lið helst taka nógv ymisk ting við frá dystinum. Leygardagin klokkan 15.45 skulu Føroyar aftur royna seg móti Noreg.
1. umfar í Golden League í Tróndheimi
Í dag, hósdagin 30. oktober:
Føroyar - Niðurlond 29-30 (12-14)
Dystargongd:
5 min: 1-3
10 min: 3-5
15 min: 4-9
20 min: 6-11
25 min: 9-13
30 min: 12-14
35 min 15-16
40 min: 19-18
45 min: 20-20
50 min: 23-22
55 min: 25-26
60 min: 29-30
Málskjúttar: 
Óli Mittún 6
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (4)
Hákun West av Teigum 6 (2)
Pauli Mittún 3
Ísak Vedelsbøl 2
Vilhelm Poulsen 2
Leivur Mortensen 2
Pauli Høj 1
Teis Horn Rasmussen 1
Upplegg umframt vunnin brotskøst:
Óli Mittún 12
Vilhelm Poulsen 3
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2
Pauli Mittún 2
Hákun West av Teigum 1
Bjargingar: 
Pauli Jacobsen 15 (2)
Í hinum dystinum í bólkinum vann Danmark 38-33 á Noreg.
Skráin fyri restina av Golden League í Tróndheimi
Leygardagin 1. november:
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar
Sunnudagin 2. november:
kl. 13.00 Danmark – Føroyar
kl. 15.45 Noreg – Niðurlond
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald