Hondbóltur

Føroyar við í Golden League

Hondbóltsmenninir eru bjóðaðir til virda EM-fyrireikingarkapping í Tróndheimi í vetur.

Elias og hinir á landsliðnum fara at fyrireika seg til EM í stórari fyrireikingarkapping, har teir eitt nú skulu møta Niðurlondum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias og hinir á landsliðnum fara at fyrireika seg til EM í stórari fyrireikingarkapping, har teir eitt nú skulu møta Niðurlondum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-12 16:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið í hondbólti í Oslo byrja av álvara um mánaðarskiftið oktober/november, tá manslandsliðið verður við í Golden League Gjensidige Cup í Tróndheimi í Noregi.

Hesum boðar hondbóltssambandið frá í dag, hóast tað er ein tíð síðan, vit her á Roysni kundu fortelja, at henda innbjóðing var á veg

Talan er virda kapping, sum vanliga verður kastað nógv ljós á. Kappingin er annaðhvørt ár fyri kvinnur og menn, har Danmark, Noreg og Niðurlond luttaka fast, og so ein fjórða tjóð innboðin. Í ár hava Føroyar fingið hesa innbjóðing, og koma at spæla Spektrum í Tróndheimi í døgunum 30. oktober til 2. november.

Mark Lausen Marcher, ítróttastjóri í HSF, viðmerkir til luttøkuna, at talan er um ein góðan møguleika hjá Føroyum, har okkara menn sleppa at royna seg móti nøkrum av teimum allarbestu landsliðunum áðrenn EM-endaspælið. Eisini er hetta eitt gott høvi hjá venjarunum at royna leikarar og hópin í mun til venjingarstøðu og úttøkuna, sum verður í januar.

Atgongumerkini til Golden League Gjensidige Cup í Tróndheimi, koma til sølu 19. juni kl. 11. Leinkja verður løgd á heimasíðuna hjá HSF.

Manslandsliðið fer eisini at spæla tveir venjingardystir í januar áðrenn fráferðina til Oslo. Hesir verða móti Italia á heimavølli við Tjarnir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder