Annað

Føroyingar til Suðurkorea at luttaka í HM í dart

Hetta er aðru ferð, at føroyska landsliðið tekur lut í HM-kappingini, og 46 lond eru við hesa ferð.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-09-21 16:53 Author image
Innsent
placeholder

Føroyska dart-landsliðið setti í tíðliga leygarmorgunin kósina móti Seoul í Suðurkorea, har HM í dart verður hildið komandi vikuna. HM fyri lið er á skránni annaðhvørt ár. Hetta er aðru ferð, at føroyska landsliðið tekur lut í HM-kappingini. 46 lond eru við í HM hes aferð, tey flestu hava lið bæði hjá kvinnum og monnum, men nøkur lond hava einans manslið. Haraftrat hava 16 lond eisini unglingalið. Føroyar eru hesaferð umboðaðar við monnum og kvinnum.

Talan var um eina drúgva ferð umvegis Keypmannahavn og Bangkok og ferðalagið var ikki frammi í Seoul fyrr enn tíðliga sunnumorgunin føroyska tíð. Tíðarmunurin til Seoul er 8 tímar.

[object Object]
Kvinnurnar (Mynd: Dartsamband Føroya)

Mánadagin er byrjanarhátíð og ymiskt fundarvirksemi á skránni. Innleiðandi dystir eru á skránni týsdagin, mikudagin, hósdagin, meðan fríggjadagurin og leygardagurin eru settir av til millum-umførð og finalur. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har fýra leikarar eru á hvørjum liði.
Tá næsta vikuskiftið er farið afturum, eru heimsmeistarar kosnir bæði í einmansleiki, tvímansleiki, liðkapping og ein samlaður vinnari fyri alla kappingina.

Trupult er at meta um møguleikarnar hjá føroysku leikarunum. Tá HM var í Danmark í 2023 endaðu flestu heiðursmerkini í Evropa, hóast tað ofta hava verið lond sum USA, Kanada, Avstralia og Nýsæland, sum hava gjørt um seg. Nú HM hesaferð er í Asia, eru nógv fleiri asiatisk lond við enn vanligt, og leikararnar úr hesum londum kenna vit so at siga einki til.

[object Object]
Menninir (Mynd: Dartsamband Føroya)

Føroysku leikararnir hava seinastu trý árini roynt seg í nógvum altjóða kappingum, bæði EM og HM umframt sum einstaklingar í stórum europeiskum kappingum, og tí eiga føroysku leikararnir at vera klárir til uppgávuna.

Landsliðshóparnir hava síðan í vár vant fram ímóti HM og endaligu hóparnir vóru tiknir út fyrst í juli. Vónir eru um, at okkurt gott úrslit kemur burturúr, men lutakastið í ymsu greinunum hevur eisini nógv at siga. So tað er við spenningi, at lagt verður til brots týsmorgunin við dystunum í liðkappingi hjá monnum og tvímansleiki hjá kvinnum. Tíðindi frá HM-kappingin koma eftir ætlan út á facebook-síðuna hjá Dartsambandinum so hvørt og til ber eisini at fylgja við øllum dystunum á https://tv.dartconnect.com/

Dartsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder