22. mars vóru Inga Maria Roysdóttir og Natasja Hammer við at syrgja fyri, at Stjarnan ikki flutti beinleiðis niður úr fremstu íslendsku deildini.
Hetta varð framt á dramatiskan hátt - nærum í seinasta sekundi - við føroyskum máli, og hevði dysturin eisini føroyskan toppskjútta.
Sí eisini: Inga Maria og Natasja bjargaðu Stjarnuni frá niðurflyting í Íslandi
Tað var tó ikki púra sloppið hjá Stjarnuni, sum sunnudagin og í gjárkvøldið hevur spælt røkkstøkk-dystirnar (play-off) í 1. umfari móti liði úr næstbestu deildini.
Her var eingin ivi: Heimadystin móti FH vann Stjarnan 27-18, og í gjár vann føroyingafelagið 35-21 á Hafnafjørðinum.
Í fyrra dystinum skeyt Natasja Hammer 10 mál og varð toppskjútti. Í gjár skoraði vinstri bakkurin, sum hevur verið stóri álopsprofilurin hjá Stjarnuni, fýra mál - og Inga Maria Roysdóttir gjørdist toppskjútti. Hon skoraði tíggju ferðir í stórsigrinum, sum var enn eitt fet móti endaliga at vissa Stjarnuni sæti í bestu íslendsku deildini til 2026/2027.
Tað væntar tó framvegis eitt umfar í hjá Ingu Mariu, Natasju og hinum. Her skal Stjarnarn spæla ímóti Grótta. Hesir dystirnir verða spældir seinni í apríl - eftir landsliðssteðgin í næstu viku, har Føroyar fyrst spæla avgerandi dyst móti Íslandi.
Natasja Hammer er úttikin aftur. Inga Maria Roysdóttir hevur, hóast eitt gott kappingarár í Íslandi, ikki spælt á A-landsliðnum í beint yvir tvey ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald