Teir eru stórir profilar og oftast høgt á toppskjúttalistanum fyri síni feløg, og hava gjørt vart við seg á føroyskum ungdómslandsliðum seinastu árini.
Í februar skrivaðu vit um, at ítøkiligir áhugi var úr Danmark fyri Jákupi Egholm (H71) og Paula Rasmussen (StÍF)
Nú kunnu vit staðfesta, at tað mesta bendir á, at ungu og evnaríki spælararnir, ávikavist 18 og 19-ára gamlir, skifta til danskan hondbólt í summar.
Sum skilst verður tað til bestu deildina, og upplýsingar hjá Portalinum benda á, at hoyvíkingurin og strandingurin skulu til sama felag.
![]()
Pauli Rasmussen hevur gjørt vart við seg fyri StÍF seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)
Báðir eru føddir í 2007 og skulu til U20 EM-endaspæl í summar.
Í løtuni spæla Jákup Egholm og Pauli Rasmussen endaspæl í Føroyum. Lið teirra noyðast, eftir tap í fyrstu hálvfinalunum 2. pásakadag, at vinna í hálvfinalunum leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald