Annað

Føroyska dartlandsliðið kappast í Svøríki

Í hesum døgum er Nordic Open á skránni í Malmø – Í føroyska ferðalagnum eru tvey lið hjá monnum og eitt lið hjá kvinnum umframt ferðaleiðarar..

(Mynd: Dartsamband Føroya)

(Mynd: Dartsamband Føroya)

2022-05-26 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikumorgunin setti føroyska dart-landsliðið kósina móti Svøríki, har norðurlandameistara-kappingin í dart verður hildin hesa vikuna.

Nordic-cup, sum kappingin vanliga verður nevnd, er á skránni annaðhvørt ár, men hetta er fyrstu ferð síðan mitt í 90unum, at føroyska landsliðið tekur lut í kappingini.

Kappingin í ár er í Malmø, og dystir eru á skránni í dag, í morgin og leygardagin. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har fýra leikarar eru á hvørjum liði.

Í føroyska ferðalagnum eru tvey lið hjá monnum og eitt lið hjá kvinnum umframt ferðaleiðarar.

Tá hetta vikuskiftið er farið afturum, skulu vit hava funnið norðurlendskar meistarar bæði í einmansleiki, tvímansleiki, liðkapping og ein samlaðan vinnara fyri alla kappingina. Trupult er at meta um møguleikarnar hjá føroysku leikarum, tí so fáar altjóða kappingar hava verið seinastu tvey árini. Tó kenna vit støðið á svenska landsliðnum og einum parti av danska liðnum, av tí at hesi tóku lut í Tórshavn Open fyrr í vár. Har vunnu sviar allar kappingarnar, bæði hjá kvinnum og monnum, so tað er greitt, at svenska landsliðið er sterkt, skrivar Dartsamband Føroya í tíðindaskrivi.

– Hjá okkum er Nordic cup fyrst og fremst ein nýggj byrjan uppá landsliðsarbeiðið hjá Dartsambandinum, eftir at vit hava fingið limaskap í ÍSF og World Dart Federation. Tí hóast tað longu eru gingin nøkur ár, síðan hesir limaskapirnir komu uppá pláss, so hevur korona seinastu tvey árini forðað fyri nærum øllum altjóða virksemi.

– So tað er við spenningi, at vit leggja til brots hósmorgunin við dystunum í tvímansleiki. Úrslit frá kappingin koma eftir ætlan út á facebook-síðuna hjá Dartsambandinum og á heimasíðuna hjá svenska dartsambandinum, skrivar Dartsambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder