Fótbóltur

Føroyski málskjúttin fríggjakvøldið er ikki við í Kasakstan

Adrian Justinussen hevur framvegis avbjóðingar við flogræðslu - túrurin til Astana var langur, og Horsens-spælarin visti, at hesin hevði verið avbjóðandi fyri hann. Tískil gav áleyparin avboð.

Adrian Rúnason Justinussen skoraði flott mál, sum tryggjaði Føroyum flottan javnleik móti Slovakia (Mynd: Sverri Egholm)

Adrian Rúnason Justinussen skoraði flott mál, sum tryggjaði Føroyum flottan javnleik móti Slovakia (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-04 14:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Astana, Kasakstan (Portalurin): Stutt eftir dystin fríggjakvøldið, kundi Portalurin staðfesta, at Arnbjørn Svensson fór at avloysa leikbanna Andrias Edmundsson á ferðini til Kasakstan.

Men afturat Andriasi eru Føroyar uttan ein annnan spælara, sum hevði stóran leiklut móti Slovakia: Málskjúttin Adrian Rúnason Justinussen.

[object Object]Eftir flottt málið hjá Adriani - tí fyrsta í einum kappingardysti (Mynd: Sverri Egholm)

Sum Fótbóltssamband Føroya skrivar, hevur Adrian avbjóðingar við flogræðslu, og ynskti hann at sleppa undan langa flogtúrinum til Astana.

- Hesum ynski hevur venjaratoymið gingið á møti, og Adrian er tí ikki við í ferðalagnum til Kasakstan.

Adrian Rúnason Justinussen var sum yngri ikki við til landsdystir og Evropa-dystir vegna floræðsluna. Áleyparin hevur síðani arbeitt við tí, men millum annað var túrurin til Moldova, ið eisini var langur, harður fyri Adrian.

Hann kann framvegis vera ávirkaður av slíkari ferðing, og tískil gav Adrian Justinussen avboð til dystin í Astana, sum verður týskvøldið. Túrurin til Asia tók samanlagt 15 tímar, harav seinni flogtúrurin var seks og ein hálvan tíma.

Sí eisini: Føroyingar loksins lendir í Astana

Tað eru tó framvegis 23 spælarar við í føroyska hópinum, sum í dag hevur havt styrkisvenjing á flotta gistingarhúsinum.

Áki Samuelsen: Svøvnur, kort, gott prát og góð kensla eftir enn eitt stig á Tórsvølli

Meira seinni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder