Annað

Føroyskir badmintonleikarar í altjóða kapping

Iceland International er ein sokallað Future series fyri leikarar, sum eru á veg upp eftir styrkilistanum.

2026-01-22 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum døgum spælir føroyska badmintonlandsliðið altjóða kapping – Iceland International – í Reykjavík.

Føroysku leikararnir, sum eru 11 í tali, luttaka í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.

Byrjað verður í dag við undanumfarinum. Okkara spæla tá einmansleik hjá kvinnum og monnum. Fríggjadagin byrjar høvuðsumfarið. Tá verður tvímansleikur og blandaður tvímansleikur eisini spældir.

Allir okkara tilmeldaðu leikarar eru komin inn í kappingina. Tað er nevniliga ikki ein sjálvfylgja, tá ið leikararnir verða meldaði til – serliga, tá ið tað er fyrstu ferð ein luttekur.

Leikarar runt allan heim taka lut í kappingini í Íslandi. Tilsamans frá 38 londum.

Hetta er ein sokallað Future series, har leikarar, sum eru á veg upp eftir ranglistanum, eru við.

Tey savna saman stig, so at tey lættari kunnu sleppa inn í aðrar kappingar, sum eru á einum enn hægri stigi.

Føroysku leikararnir eru seinastu árini farin at luttaka meira í hesum kappingunum, ið eru á altjóða stigi, og tað er forkvinnan í Badmintonsambandinum, Katrin Jacobsen, fegin um.

- Tað er gleðiligt at síggja, at alt fleiri badmintonleikarar luttaka í kappingum á altjóða stigi. Hetta er eitt tekin upp á, at badminton í Føroyum er í góðari menning, sigur forkvinnan í Badmintonsambandi Føroya. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder