Hondbóltur

Føroyskir landsliðsmálverjar skifta felag í summar

Rakul Wardum heldur ikki fram í Ringkøbing men verður kunngjørd í nýggjum donskum felagi í næstu viku. Annika Fríðheim Petersen skal royna nakað annað enn Aalborg - mikudagin spæla tær móti Portugal við Tjarnir.

Annika Fríðheim Petersen, Rakul Wardum og Maria Pálsdóttir Nólsoy ávegis til venjing undir HM-endaspælinum í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)

Annika Fríðheim Petersen, Rakul Wardum og Maria Pálsdóttir Nólsoy ávegis til venjing undir HM-endaspælinum í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-01 12:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag savnast føroyska A-landsliðið við kvinnum á fyrsta sinni síðani HM-endaspælið. Tveir týðandi EM-undandystir móti Portugal  - mikudagin 4. mars við Tjarnir og um eina viku í Porto - eru á skránni.

Áðrenn teir er greitt, at tær báðar sum skulu vera til reiðar at verja føroysku málini í dystunum, skifta felag skjótt.

Rakul skal jagstra meira spælitíð í Danmark

- Eftir trý hendingarík ár í Ringkøbing er tíðin komin at byggja víðari á hondbóltsmenning mína.

Soleiðis sigur Rakul Wardum í útsøgn á á heimasíðuni hjá Ringkøbing, í sambandi við at tað verður kunngjørt, at føroyski landsliðsmálverjin eftir "gott samstarv fer víðari í jagstranini eftir meira spælitíð".

Rakul Wardum hevur í løtum í Ringkøbing fingið víst sínar dygdir, men tað hevur í stóran mun verið, sum felagið skrivar, "eftir at hava verið kastað inn í dystir".

[object Object]
Í fleiri dystum hevur føroyski landsliðsmálverjin so at siga sitið uttanfyri allatíðina, meðan roynda Stephanie Andersen hevur spælt (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki almannakunngjørd, hvar 23-ára gamla havnarkvinnan heldur fram á sínai hondbóltsleið. Portalurin hevur tó fingið upplýst, at tað verður í Danmark - har Rakul Wardum eisini hevur búð og spælt hondbólt, síðani hon var 16-ára gomul.

Rakul er í løtuni lesandi í Aarhus, og tað eru fleiri feløg nærhendis har, sum leita eftir dygdargóðum málverjum. Nýggja felagið hjá nummar 88 verður sum skilst kunngjørt tíðliga í næstu viku.

[object Object]
Undir HM vísti Rakul Wardum serliga sínar dygdir í søguliga sigrinum á Spania (Mynd: Sverri Egholm)

Annika skal burtur frá Aalborg

Annika Fríðheim Petersen hevur verið fyrsti málverji og fasti makkarin hjá Rakul Wardum, tá hon hevur verið tøk seinastu árini.

Eftir barnsburð í 2025 var hoyvíkskvinnan skjót á vøllinum aftur, og hevði fleiri góðar løtur til HM-endaspælið. Men Annika Fríðheim Petersen er í tí margháttiligu støðu, at hon ikki hevur spælt kappingardyst síðani.

[object Object]
Annika Fríðheim Petersen fegnast um eina bjarging undir HM-endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

Í EH Aalborg eru tveir málverjar, sum hava sáttmála næsta ár. Tað hevur Annika Petersen ikki, og hóast tað hevur gingist illa hjá liðunum og málverjunum, so er føroyingurin ikki sloppin framat.

Annika Fríðheim Petersen er ávegis til eitt nýtt felag. Sum skilst er tað næstan komið uppá pláss, og tað tað mest sannlíkt uttanfyri Danmark.

26-ára gamli málverjin og fleiri av hinum, tær sum ikki hava dyst í dag, venja í Hoyvíkshøllini í kvøld. Meira um landsliðið seinni

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder