Verandi greipuvinnarin SÍ hevur ikki rættiliga fingið vind í seglini enn, og í gjárkvøldið taptu sørvingar annan fimmsettaran á rað, tá ið teir vitjaðu ÍF í Fuglafirði.
SÍ var ongantíð aftanfyri í fyrsta setti, men mundi lorkað settið burtur móti endanum, eftir at hava verið á odda 21-17, tí við fýra stigum á rað javnaði ÍF til 21-21. SÍ svaraði tó aftur alt fyri eitt og vann tríggjar bóltar á rað og fekk harvið tríggjar settbóltar við støðuna 24-21. ÍF hóraði undan í fyrstu atløgu, men í aðru atløgu tryggjaði SÍ sær settið 25-22.
Góða byrjanin hjá SÍ tóktist tó at hava verið til fánýtis, tí í øðrum og triðja setti vórðu sørvingarnir rætt og slætt smurdir av 25-9 og 25-15.
SÍ fótaði sær tó aftur í fjórða setti og var frammanfyri, til ÍF javnaði til 8-8 og fór framum 12-10 og 14-12. Tá gjørdi SÍ eitt hál við fimm stigum á rað og megnaði at halda munin, til settið varð vunnið 25-20.
Í javnbrótaranum legði heimaliðið betur fyri, og eftir at SÍ hevði javnað til 3-3, vann ÍF fýra stig á rað og kleyv upp á 7-3. SÍ minkaði um munin aftur, men 6-8 var tað næsta, SÍ kom, áðrenn ÍF sleit seg leyst og vann 15-8.
Næstu dystirnir í Polestar-deildini verða sunnudagin 15. november, tá ið ÍF møtir Mjølni í Klaksvík, og Fleyr tekur ímóti Ternuni í Havn.
Støðan í Polestardeildini er nú tann, at Fleyr er fremst við 9 stigum, Mjølnir hevur 3 meðan ÍF, Ternan og SÍ hava tvey stig. Fleyr og SÍ fyri tríggjar dystir, hini fyri tveir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald