Tað verður lagt upp til at teir umleið 200 føroysku áskoðararnir sum eru í Trier til HM-endaspælið, fara at koma í góðan hýr.
Stuðlarnir Effo, Føroya Banki, Wenzel og Atlantic Airways skipa fyri upphiting í høllini, SWT Arena, áðrenn dystirnar.
(Mynd: Trier.fo)
Mikudagin byrjar upphitingin kl. 18 og dysturin millum Føroyar og Montenegro byrjar kl. 20.30. Føroyskur tónleikur verður frá DJ Wenzel og møguleiki er fyri andlitsmáling.
Høllin liggur nalað uttanfyri býin, men aftaná dystin verður afterparty mitt í býnum, á Coyote Café, sum liggur beint við, har fleiri av føroyingunum búgva.
Lurta eisini: FM1 beinleiðis í Trier: Vónirnar eru góðar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald