
Katowice, Pólland (Portalurin): Tá árið byrjaði, vistu teir als ikki av, at teir spæla HM her í juni. Men eitt avboð gjørdi, at 04- og 05-árgagnirnir savnaðust eina seinastu ferð, og hetta gjørdist eitt satt ævintýr.
Føroyar hava av álvara víst, at man hoyrir heima á stóra HM-pallinum - og millum tey allarfremstu. Svøríki var fimta liðið, sum knáu føroyingarnir syftu. Teir taptu ongan týðandi dyst eftir 60 minuttir.
Sviar royndu móti endanum í dag at leingja um dystin, men føroyska verjan og Sasha vóru sterk. Føroyski málverjin varð dagsins spælari, og Månsson og hinir leitaðu stóran partin av 2. hálvleiki eftir loysnum.
Samstundis fann serliga HM-toppskjúttin Óli Mittún, men eisini Høgni Heinason, hinar væl í 2. hálvleiki, har Ísak Vedelsbøl skoraði ella vann brotskast, hvørjaferð hann fekk bóltin á strikuni. Liðformaðurin spældi ein stóran dyst í verjuni, og tað var hann, sum við brotskastið skoraði seinasta føroyska málið í kappingini: Tað var til 27-24 og við brotskasti.
Sí eisini: Les meira um fyrra hálvleik her
Sigandi eftir seinasta skotið í hálvfinaluni: Ísak og hinir reistust ógvuliga væl. Tá Høgni Højsted fekk eitt heldur tunt reytt kort, tók Tóki Friðriksson stóra ábyrgd í verjuni saman við Róki Ziskason og Búa Poulsen, og Føroyar stríddu seg til ein søguligan og fantastiskan sigur.
Føroysku spælararnir fegnast saman áskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)
HM-bronsuheiðursmerki verður í kvøld handað til spælarar frá einum landi, sum er nógv minni enn nakað, ið er komið so langt í slíkum endapølum áður. Eitt nærum ótrúligt avrik sum venjarar, familjur, fjepparar og allir føroyingar kunnu vera ernir av. Og spælararnir: Teir kunnu halda eina væluppiborna summarfrí og verða heiðraðir - við metali um hálsin.
Meira seinni á Portalinum
HM bronsudystir
Sunnudagin 29. juni, Arena Katowice
Føroyar - Svøríki 27-26 (12-12)
----------------------
Dystargongdin í bronsudystinum
5 min: 2-4
10 min: 4-5
15 min: 6-7
20 min: 8-10
25 min: 10-12
30 min: 12-12
35 min: 17-16
40 min: 20-17
45 min: 20-18
50 min: 22-19
55 min: 25-21
60 min: 27-26
Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún: 9 (1)
Ísak Vedelsbøl: 6 (1)
Trúgvi Hávardsson: 2 (2)
Óla Jákup Gaard Olsen: 2
Rókur Ziskason: 2
Tóki Friðriksson: 1
Sofus í Selvindi Nattestad: 1
Niklas Gaard: 1
Búi Djurhuus Poulsen: 1
Høgni Heinason: 1
Høgni Højsted: 1
Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok: 17 (36%) - Dagsins maður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald