Eftir dystin við Tjarnir mikukvøldið, hava tær á føroyska hondbóltslandsliðnum havt restutiónsvenjing, verið á skúlavitjan í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík og annars løtt battaríni.
Langur ferðadagur er í dag, har føroyski hópurin savnast í Vágum stutt eftir klokkan sjey - og ikki kemur uppá pláss á gistingarhúsinum í Porto fyrrenn umleið klokkan 18.
Fyrst verður flogið til Kastrup og síðani víðari til norðara part av Portugal. Har skulu kvinnurnar venja í kvøld og sunnudagin kýta seg av øllum alvi fyri at royna at røkka plássinum í EM, sum er á skránni í desember.
Eftir sigurin í Føroyum er greitt, at við tveimum stigum afturat í seinna dystinum eru Føroyar so gott sum í einum EM-endaspæli aftur - hetta tí at Portugal í so fall ikki kann fáa føroyingar aftur.
Meira seinni
![]()
Maria Pálsdóttir Nólsoy hevði eina ógvuliga góða løtu eftir steðgin, men ov nógv mistøk og snild portugisisk verja gjørdu, at flog ikki veruliga kom á føroyska spælið (Mynd: Sverri Egholm)
EM-undankapping, bólkur 4
Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig
Sunnudagin 5. mars - 4. av seks umførum:
17.00:
Montenegro - Ísland
Portugal - Føroyar
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.
Portalurin og FM1 vera við á ferðini til Portugal og hava ymiskt tilfar til tykkum næstu dagarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald