Fótbóltur

Fortíð og nútíð umskarast í kvøld

Føroyar og Eysturríki hanga óloysiliga saman í fótbóltshøpi. Í kvøld hittast liðini fyri áttandu ferð - í tveimum út av trimum dystum heimadystum higartil hava føroyingar fingið stig.

Håkan Ericson setur prikkarnar á taktikktalvuni. Sviin minnist úrslitið í heimlandið sínum 12. september, tá Føroyar og Eysturríki spældu fyri fyrstu ferð, og Føroyar spældu sín fyrsta undankappingardyst (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson setur prikkarnar á taktikktalvuni. Sviin minnist úrslitið í heimlandið sínum 12. september, tá Føroyar og Eysturríki spældu fyri fyrstu ferð, og Føroyar spældu sín fyrsta undankappingardyst (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-09 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Søguligir skuggar hanga yvir Tórsvølli og fótbóltsdegnum í Føroyum. Fyri eysturríkar, sum vitja, er talan um myrkari skýggj, meðan føroyingar kunnu síggja ein sól aftanfyri, sum er klár at taka yvir og skína yvir landið. 

Vónin hjá føroyingum at fáa stig móti Eysturríki er har. Spælarar og teir í venjaratoyminum vita, at søgan í ein mun er á okkara síðu. HM-undankappingardysturin í kvøld er sjálvandi ein heilt nýggjur og øðrvísi dystur, enn teir undanfarnu dystirnir, men í gjár søgdu føroysku umboðini, at tað merkir nakað, at ein søga er har, og at gomul videobrot og annað frá dystum móti Eysturríki kann geva gásarhold og eisini eina uppaftur størri trúgv uppá, at tað ber til.

Sí eisini: 
Myndir: Jaligir og spentir føroyingar á Tórsvølli
Viljormur: Søguligu avrikini og Skansin geva okkum nakað eyka
Odmar: Fá ting líka stuttlig sum at spæla frammanfyri garvillum føroyskum áskoðarum

- Landskrona og Eysturríki hanga óloysiliga saman, tá talan er um føroyska fótbóltssøgu. Fyri 31 árum síðan – mikudagin 12. september í 1990 – vórðu Føroyar av álvara settar á heimskortið sum fótbóltstjóð, tá føroyska A-landsliðið við monnum vann óvæntað á Eysturríki. Talan var um fyrsta undankappingardyst hjá Føroyum, meðan eysturríkarar fáar vikur frammanundan høvdu verið til HM-endaspælið í Italia.

Soleiðis skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu sínari og vísur á, at eysturríkarar eisini minnast úrslitið. Spurdur á tíðindafundinum í gjár, um úrslitið fyri 31 árum síðan framvegis hevði nakað at siga fyri eysturríkska landsliðið, svaraði landsliðsvenjarin, Franco Foda, at hasin dysturin allarhelst ongantíð verður gloymdir, og verður javnan nevndur – serliga tá mótstøðuliðið eitur Føroyar.

Seinastu trettan árini hava liðiðni spælt javnan, tá hugsað veðrur um, at talan er um altjóða fótbólt. Í fyrsta dystinum á føroyskari jørð móti Eysturríki legði Bogi Løkin, sonur ein av Landskrona-hetjunum - Ábraham Løkin - Føroyar á odda, og dysturin endaði 1-1. Hetta var í 2008, og árið eftir skoraði Andreas Lava Olsen føroyska málið í 3-1 ósigrinum í Graz,

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad skoraði føroyska málið í dystinum millum liðini í mars (Mynd: EPA)

Í 2013 spældu liðini tvær ferðir í HM-undankappingini; tá vunnu eysturríkar samanlagt 9-0. Fyrr í ár byrjaði føroyska liðið heilt væl í Wien, og Sonni Ragnar Nattestad skoraði til 1-0.

Í kvøld klokkan 19.45 spæla liðini so fyri áttandu ferð. Eysturríki hevur higartil vunnið fimm av dystunum, men í tveinum av trimum heimadystum hava føroyingar fingið stig. Spurningurin er so, um tað fyri Eysturríki, ið jagstrar eitt pláss í HM-endspælinum, aftur verður ein marra at spæla móti Føroyum á útivølli hesuferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder