Fótbóltur

Fótbóltssambondini í Norðurlondum ynskja ikki HM annaðhvørt ár

Tey eru øll ímóti ætlanini hjá altjóða fótbóltssamgongini FIFA - hetta varð sligið fast á fundi í Keypmannahavn fríggjadagin. Ein av grundgevingunum er, at tað vera fleiri dystir til landsliðsspælarar, ið frammanundan eru undir stórum trýst.

2021-10-19 12:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um leistin viðvíkjandi HM-endaspølunum. FIFA hevur borið fram, at tað er ynskiligt, og at arbeitt verður fyri, at  HM skal verða annaðhvørt ár, í mun til fjórða hvørt ár, sum tað er nú.

Hetta skal verða galdandi hjá bæði kvinnum og monnum skal umskipast, og hetta evni bleiv eisini umrøtt á fundi millum norðurlendsku fótbóltssambondini, sum var í Keypmannahavn farna fríggjadag.

Tað skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari, har tað eisini verður gjørt greitt, at felags norðurlendska støðan til spurningin er: Nei. 

Í einum felags skrivi frá norðurlendsku fótbóltssambondunum verður sligið fast, at Norðurlond eru ímóti hesari ætlan - uppskoti hjá FIFA fekk kaldliga móttøku.

Víst verður millum annað á, at tað fer at merkja fleiri dystir til landsliðsspælarar, ið frammanundan eru undir stórum trýsti, ta' fer at hava kollveltandi fíggjarligar avleiðingar, umframt víðfevndar fylgjur fyri verandi skipan av dystum og tað verður oyðileggjandi fyri eina kapping, í hesum føri EM fyri menn og kvinnur, ið frammanundan virka væl

[object Object]
Christian Andreasen, forseti í FSF (Mynd: Sverri Egholm)

Eisini halda fótbólssambondini, at tað ikki ber til, at feløg bara vilja leysgeva spælarar til bæði EM- og HM-undankappingardystir, sum frammaundan eru so nógvir í tali. 

- Norðurlendsku fótbóltssambondini arbeiða fyri einari sunnari menning av fótbólti fyri áhugaleikarar, yrkisleikarar, kvinnur og menn – bæði í okkara londum og kring allan heimin. Tó so, ætlaðu broytingarnar, ið eru í uppskoti fyri HM hava álvarsligar fylgjur fyri fótbóltsfelagsskapin. Tílíkar broytingar eiga at gerast í samráð við viðkomandi áhugabólkar, og ikki skundaðar ígjøgnum.

Um ein meiriluti í FIFA ger av, at HM skal vera annaðhvørt ár, mugu norðurlendsku fótbóltssambondini umhugsa tiltøk og mannagongdir, sum eru nærri okkara grundleggjandi virðum, í mun til uppskotið, at spæla HM annaðhvørt ár, stendur fyr, skrivar Fótbóltssamband Føroya at enda.

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, er eisini ímóti at hava HM-endaspøl annað hvørt ár. FIFA arbeiður í løtuni við møguleikanum.

Les eisini: Hjá IOC eru tey ivasom um uppskotið hjá FIFA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder