Fótbóltur

Fótbóltsskúli á Argjum í august

FSF og AB skipa fyri fótbóltsskúla fyri børnum og ungum 4. og 5. august.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2022-06-25 15:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í summar skipar FSF í samstarvi við feløgini aftur fyri fleiri fótbóltsskúlum fyri børnum og ungum, og fyrst í august skipa FSF og AB fyri fótbóltsskúli Inni á Vika á Argjum.

Tað verður hósdagin 4. og fríggjadagin 5. august

Fótbóltsskúlin er ætlaður børnum og ungum í aldrinum sjey til 15 ár (fødd í 2007 – 2015).

Umframt góða fótbóltsvenjing, fáa luttakararnir okkurt gott til matna, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv. Freistin at boða frá luttøku til Fótbóltsskúlan á Argjum er mánadagin 1. august, skrivar FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder