Fótbóltur

Frankfurt vann Euvopa League

Eintracht Frankfurt og Glasgow Rangers máttu út í brotssparkskapping áðrenn vinnarin varð funnin.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-05-19 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað skuldi bæði longd leiktíð og brotssparkskapping til áðrenn týska liðið Eintracht Frankfurt í gjár kundi heiðrast sum vinnari av Europa League finaluni.

Final varð spæld í nógvum hita í suðurspanska býnum Sevilla í gjárkvøldið millum Eintracht Frankfurt og skotska felagið Glasgow Rangers.

Tað var týska felagið, sum kom best frá byrjan. Frankfurt hevur millum annað vunnið á spanska stórfelagnum Barcelona fyri at náa fram til finaluna, og hevði fleiri góðar møguleikar í byrjanini av dystinum.

Men onki mál kom í fyrra hálvleiki. Eftir støðgin vendi dysturin, tá nigerianski Joe Aribo fekk fatur á einum leysum bólti, og kundi leggja Rangers á odda.

Eftir hetta kom rættiligt lív í dystin, og 12 minuttir seinni eydnaðist tað týska liðnum at javna, tá Rafael Borre kom í skotstøðu eftir eitt innlegg frá Filip Kostic.

Talan varð um eina klassiska finalu, har verjuspælið fekk hægri raðfesting enn álopsspælið, og harvið slapst ikki undan at fara út í longda leiktíð hetta heita kvøldið í Suðurspania.

Her var myndin tann sama til Glasgow Rangers, stutt áðrenn brotssparskkappingina, skifti fleiri leikarar inn. Tað gav skotum nakrar málmøguleikar, men Frankfurt og Kevin Trapp í málinum vardu seg væl.

Harvið skuldi finalan avgerast frá brotssparksblettinum.

Her skoraðu týskarar hvørja ferð, meðan innskifti Aaron Ramsey brendi fjórða skotið hjá skotum. Rafael Borre var fimti skjúttin hjá týskum, og hann sveik ikki.

Saman við Evropa League steypinum, vann Eintracht Frankfurt eisini luttøku í Champions League komandi ár.

[object Object]
Avgerandi brotssparkið (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder