2026-07-12 15:19
Tað bleiv til tilsamans fimm gullheiðirsmerki í fimm kappingum hjá Ábraham Bjarnason og Martin Johannessen, sum seinastu dagarnar hava umboðað Føroyar á FrameRunning Camp & Cup í Bagsværd í Danmark.
Seinasta kapping var leygardagin, har teir báðir føroysku rennararnir vunnu gull á 200 metrum. Ábraham setti samstundis nýtt persónligt met, skrivar Parasport Føroyar.
Ábraham vann gull á 200, 400 og 800 metrum, meðan Martin vann gull á 200 og 400 metrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald