
Sum vanligt er føroyskur fótbóltur á skránni skírisdag, og í dag er talan um áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið 2022.
Flestu dystirnir byrja klokkan 15. Portalurin fylgir gongdini í øllum teimum, og eisini í kvøld tá tvær innanhýsis Betrideildar-uppgerðir eru - hvør sínumegin Skálafjørðin.
Eins og tá umfar er í Betrideildini, koma málini og málskjúttar inn á forsíðu okkara so hvørt. Eftir dystirnar verður tikið samanum - tað verður í fyrsta lagi áleið klokkan 21, at vit vita, hvørji tey átta liðini í fjórðingsfinaluni í ár verða.
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið - Áttandapartsfinalurnar
Í dag - Skírisdag, 14. apríl
Klokkan 15:
Víkingur-Undrið FF
ÍF-B71
AB-B68
EB/Streymur-07 Vestur
HB-FC Suðuroy
TB-FC Hoyvík
Klokkan 18.30:
Skála-KÍ
Klokkan 19:
NSÍ-B36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald