Hondbóltur

Fylgið við á FM1 og Portalinum á stóra HM-degnum

Beinleiðis upptakssending verður á FM1 frá fjepparahotellinum klokkan 11. Beinleiðis bloggur verður á Portalinum í kvøld, og eftir Føroyar - Montenegro vera samrøður og samanumtøka.

Klokkan ellivu føroyska tíð reika Pætur Nolsøe og Ingi Samuelsen fyri beinleiðis sending av fjepparahotellinum í Trier. Meira verður sjálvandi at síggja, hoyra og lesa á pallunum í kvøld

Klokkan ellivu føroyska tíð reika Pætur Nolsøe og Ingi Samuelsen fyri beinleiðis sending av fjepparahotellinum í Trier. Meira verður sjálvandi at síggja, hoyra og lesa á pallunum í kvøld

2025-11-26 06:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 19.30 spæla Føroyar og Montenegro í 1. umfari í bólki D í HM-endaspælinum. Í 27. útgávuni av HM hjá kvinnum í hondbólti eru Føroyar eitt av trimum londum, sum verður við á fyrsta sinni - hetta sum minsta landið í vaksnamanna HM hjá kvinnum í hondbólti higartil.

Liðini hittust í 2. umfari í EM-undankappingini. Tað var 18. oktober, tá Montenegro vann við seks málum. Tað stóð annars á jøvnum í steðginum, men í 2. hálvleiki vísti hægst styrkismetta liðið í undanbólkinum, sum eisini er hægst styrkismetta liðið í HM-bólkinum, sín klassa.

Sí eisini: Jana Mittún: - Nógv vit kunnu betra um móti Montenegro

[object Object]
Tær føroysku eru aftur til reiðar at berjast við tær hjá Montenegro (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen til venjing í Týsklandi í gjá (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: Føroyar vandu í HM-høllini í Trier

Spenanndi verður, hvussu Føroyar fara at standa seg hesaferð. Í fjør royndi liðið seg til EM - nú er talan um ein stóran pall afturat.

HM 2026 - bólkur D
1. umfar, mikudagin 26. november í Trier

19.30: Montenegro – Føroyar

Fylg við á FM1 og Portalinum

Til ber at fylgja væl við á okkara pallum.

Upptakt klokkan 11 á FM1
Klokkan ellivu føroyska tíð reika Pætur Nolsøe og Ingi Samuelsen fyri beinleiðis sending av fjepparahotellinum í Trier.

Har verður tosað við spentar føroyingar, prát við spælarar frá í gjár verða spæld og hugt verður fram ímóti uppgávuni.

[object Object]
Trýst á myndina fyri at hoyra fyrstu sendingini - frá týsdegnum 25/11

Lurta eftir FM1 her

Beinleiðis bloggur við øllum góðum á Portalinum

Nakað áðrenn dystarbyrjan verður latið upp fyri okkara beinleiðis bloggi úr SWT leikhøllini í Trier. Har fara Ingi Samuelsen og Sverri Egholm, við myndum, teksti og tølum at leiða tykkum ígjøgnum søguliga kvøldið.

Har ber til at fáa tað feskasta áðrenn dystin og undir honum - livescore er í blogginum, umframt á forsíðuni á Portalinum.

Taka samanum aftaná

Nakað eftir seinasta bríksl tekur okkara toymi í Týsklandi samanum. Hetta saman við venjarum og spælarum. Ljóð- og videosamrøður vera at hoyra og síggja - ávikavist á fm1.fo og portal.fo/roysni.fo. 

[object Object]
SWT Arena í Trier - her spæla Føroyar sínar bólkaspælsdystir í HM (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder