Hondbóltur

Fylgið við brakinum um EM-pláss á Portalinum og FM1

Føroyar og Ísland spæla lagnudyst við Tjarnir klokkan 19. Tá siga Pætur Nolsøe og Ári Dam frá á FM1, og byrjað verður við upptakt klokkan 18. Beinleiðis bloggur og annað verður á Portalinum í kvøld.

Til reiðar við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

Til reiðar við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-08 09:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 19 bresta Føroyar og Ísland saman við Tjarnir í næstseinasta umfari í EM-undankappingarbólki 4.

Ein spennandi og inntens grannauppgerð er í væntu. Vinnarin sleppur mest sannlíkt til EM-endaspælið í desember - fyri Føroyar er plássið so at siga í hús, um tað eins og á útivølli í 1. umfari í oktober í fjør, eydnast at basa grannunum fyri vestan. Eitt stig burdi eisini tryggja tað.

Støðan í bólkinum eftir fýra av seks umførum: 

1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 4 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig *
4. Ísland 2 stig

Tvey tey ovastu fara víðari til EM-endaspælið, sum er á skránni í desember. Mest sannlíkt kemur besti trýarin eisini víðari úr hesum bólkinum

Dysturin í oktober (24-22 til Føroyar) er annars einasta ferðin higartil, at eitt føroyskt A-landslið í hondbólti hevur vunnið kappingardyst á Íslandi.

[object Object]

[object Object]
Stórur føroyskur fagnaður í Reykjavík í 1. umfari í undankappingini (Mynd: Sverri Egholm) 

Síðani dystin í Reykjavík, hava íslendsku kvinnurnar bast Føroyum tvær ferðir: Í venjingardysti við Tjarnir beint undan HM-endaspælinum og í seinasta dystinum í HM-endaspælinum, sum eisini var uttan stóra týdningin.

Myndir. Tær eru til reiðar til grannabrak við Tjarnir

Rakul og Maria: - Eru klárar at avgera alt í Føroyum

Súna Krossteig Hansen: - Eru svangar at vísa okkum sum ta betra liðið (Video)

Nú er so at siga alt uppá spæl, og Portalurin og FM1 fara at fylgja væl við, nú farið verður eftir enn einum endaspælsplássi.

Siga frá á FM1 - við upptakt - og koyra alt kvøldið á Portalinum

Pætur Nolsøe og Ári Egason siga frá á FM1, og byrjað verður við upptakt av svalanum við Tjarnir klokkan 18. Tá vitja eisini aðrir gestir, og vit hoyra samrøður frá spælarum.

Lurta her

Beinleiðis bloggur við myndum og stuttum frágreiðingum frá dystinum verður á Portalinum í kvøld. Livescore er á forsíðuni, og aftaná taka vit samanum við samrøðum og øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder